Fleiri enn 700 ungdómar til ítróttardag

750 ung fólk í aldrinum 13-14 ár savnast fríggjadagin 9. maj
til ein felags ítróttardag í Havn. Tað er Fólkaheilsuráðið, ið skipar fyri
hesum tiltaki í sambandi við málið at halda árgang 2000 roykfrían






Tað verður lív í á ítróttarøkinum í Gundadali fríggjadagin
9. maj, tá fleiri enn 700 ung fara at seta rørslu, heilsugóðan mat og tað at
vera roykfrí í hásætið.



Fólkaheilsuráðið hevur bjóðað øllum 7. flokkum í Føroyum til
Havnar á ítróttardag í sambandi við, málið at halda árgang 2000 roykfrían.  Næsta ár fer Fólkaheilsuráðið at kanna í
hvussu stóran mun, hetta málið er rokkið.



Tórsbreyt, Ovari vøllur, Niðari vøllur og Tórsvøllur verða
allir á tremur við gentum og dreingjum, sum sleppa at royna seg í ymsum
øðrvísi, stuttligum rørslu- og ítróttarspølum.



Ítróttarbreytin í Nám X fer at hjálpa til við at standa á
støðunum við teimum ymsu spølunum.



Og saman við Torfinni Højgaard, sum er limur í
Fólkaheilsuráðnum og lærara, og ítróttarlærarunum John Petersen og Birnu
Thomassen, er innihaldið sett saman til ein virknan dag.





Tað sunna í
miðdepilin



Dagurin byrjar longu klokkan 9 í ítróttarhøllini á Hálsi,
har tey ungu verða bjóðað ein sunnan morgunmat við Skyr og frukt. Eisini verður
skipað fyri eini stuttari felags upphiting, áðrenn farið verður út á vøllirnar.



Á middegi fáa tey ein góðan matpakka , har høvuðsendamálið
er, at tey ungu verða mett av leskiligum, sunnum og heilsugóðum mati, áðrenn tey aftur
skulu út at røra seg seinnapartin.



Tiltakið endar við einum braki av eini konsert við Jens
Marna Hansen, sum fer at runda dagin av við eini útikonsert – eisini á
ítróttarøkinum í Gundadali.