Fólkaheilsukanning 2017

 

Fólkaheilsuráðið hevur síðan 2002
staðið fyri árligum Gallupkanningum av fólkaheilsuni hjá føroyingum, har umleið
550 fólk verða spurd um heilsueyðkenni og heilsuvanar. Kanningin í 2017 vísir
hesi eyðkenni:



Royking:



Kanningin, sum var í september
mánaði í ár, staðfestir, at roykingin hjá teimum vaksnu fall úr 28% niður í
22%. Umleið fimtihvør føroyingur eldri enn 18 ár roykir hvønn dag, svarandi til
22% dagligir roykjarar; í fjør vóru vit uppi á 28% dagligir roykjarar. Flestu
roykjarar eru í aldursbólkinum 25-39 ár. 27% av føroyingum eldri enn 18 ár siga
seg roykja av og á. Hetta er minni enn í 2003 (41%). Talan er her um eitt
støðugt fall síðan 2003. Av teimum sum roykja av og á ella meira eru 2/3 sum
roykja hvønn dag.



Rørsla:



Føroyingar røra seg ov lítið, og
bert 22% røra seg í mun til tilmælini frá WHO. 10% av øllum føroyingum røra seg
als ikki og eru tí í álvarsligum vanda fyri sjúkum, sum kropsligt óvirkni hevur
við sær. Fleiri menn enn kvinnur røra seg í mun til altjóða tilmælini. 16% av
føroyingum eldri enn 18 ár eru slett ikki regluliga kropsliga virknir, og hetta
er minni enn í 2005 (28%).



Kostur:



Føroyingar eta frukt, grønmeti og
fisk í somu nøgdum sum í 2003. Í mun til altjóða tilmæli eta umleið 90% av føroyingum
nokk av fiski, men ov fá eta nóg mikið av grønmeti og frukt (ca. 50%).



Sjálvsmett heilsustøða:



Í mun til sjálvsmetta heilsustøðu,
liggja føroyingar á sama stigi sum í 2014, men gleðiligt er, at tey ungu í 2017
meta seg at hava munandi betri heilsu, enn seinastu 3 árini. Tað er ein tendensur,
at fólk í Vágunum meta seg at hava verri heilsu enn aðrastaðnis í landinum,
meðan tey í Suðursteymoy meta seg hava bestu heilsuna.



Yvirvekt:



Føroyingar viga ov nógv. Meira
enn helvtin av føroyingum viga ov nógv, og fimtihvør kann bólkast at vera tað,
vit kalla feitur. Síðan 2003 er talið á feitum føroyingum næstan tvífaldað.
Samstundis er ein tendensur til, at færri við normalari vekt eru í dag enn í
2003. Nógv fleiri kvinnur í Føroyum viga normalt, og nógv fleiri menn eru í
bólkinum við yvirvekt og fiti. M.a. kann nevnast, at bert triðihvør maður í
Føroyum vigar normalt. Tað eru serstakliga menn yvir 25 ár, sum viga ov nógv og
eru í vanda fyri lívstílssjúkum, ið eru knýttar at yvirvekt.



Nýtsla av skíggjum:



Umleið helvtin av føroyingum nýta
skíggjar meira enn 3 tímar dagliga í sambandi við sítt arbeiði. Á
arbeiðsplássinum brúka menn skíggjar meira, enn kvinnur gera. Skíggjanýtslan á
arbeiðsplássinum er størst hjá teimum 25-59 ára gomlu. Tríggir út av fýra føroyingum
nýta skíggjar meira enn 3 tímar dagliga í frítíðini. Fjórðihvør í aldurbólkinum
15-24 ár brúka skíggjar meira enn 5 tímar dagliga í frítíðini. Samanumtikið eru
hesi tøl alt ov høg og hanga ivaleyst saman við manglandi rørslu og yvirvekt.



 



Samband: Magni Mohr, formaður í
Fólkaheilsuráðnum, telefon: 292270.