Fólkaheilsukanning 2018

Fólkaheilsuráðið hevur síðan 2002
staðið fyri árligum Gallupkanningum av fólkaheilsuni hjá føroyingum har umleið
550 fólk verða spurd um heilsueyðkenni og vanar. Kanningin í 2018 vísir hesi
eyðkenni:



Royking:



25% av føroyingum eldri enn 18 ár
siga seg roykja av og á. Hetta er minni enn í 2003 (41%). Talan er her um eitt
støðugt fall síðan 2003. 20% av føroyingum eldri enn 18 ár roykja hvønn dag.
Hetta er met-lágt síðan hesar kanningar byrjaðu. Kvinnurnar eru heilt niðri á
15%, meðan 24% av monnunum roykja hvønn dag. Flestu roykjarar eru í
aldursbólkinum 18-24 ár. 



Rørsla:



Føroyingar røra seg ov lítið, og
bert ein fimti partur eldri enn 18 ár røra seg í mun til tilmælini frá WHO. 11%
av øllum føroyingum røra seg als ikki, og triði hvør rørir seg 2 ferð 30
minuttir um vikuna ella minni, og eru tí í álvarsligum vanda fyri sjúkum sum
kropsligt óvirkni hevur við sær.



Kostur:



Føroyingar eta frukt, grønmeti og
fisk í nøkulunda somu nøgdum sum í 2003. Tó er rákið, at minni frukt og fiskur
verður etin í dag enn fyri 15 árum síðan.



Sjálvsmett heilsustøða:



Í mun til sjálvsmetta heislustøðu
liggja føroyingar á sama stigi sum í 2014, men tað eru tey 18-24 ára gomlu, sum
meta sína heilsu vera ringast. Hetta samsvarar við størri kanningar hjá
Fólkaheilsuráðnum.



Yvirvekt:



Føroyingar viga ov nógv. Meira
enn helvtin av føroyingum viga ov nógv (56%) og 13% kunnu bólkast at vera feit.
Síðan 2003 er talið á føroyingum sum viga ov nógv vaksið frá 44% og heilt upp til
56%. Samstundis er ein tendensur, at færri vera við normalari vekt. Nógv fleiri
kvinnur í Føroyum hava normala vekt samanborið við menn, og nógv fleiri menn
eru í bólkunum við yvirvekt og fiti. M.a. kann nevnast at bert triði hvør
føroyski maður hevur eina normala kropsvekt, meðan helvtin av kvinnunum viga
tað tær eiga. Tað eru serstakliga menn yvir 40 ár, sum viga ov nógv. Tó skal
nevnast at 41% av monnunum frá 18-24 ár viga ov nógv. Tað eru flest fólk við
normalari vekt í Suðurstreymi (50%) samanborið við aðrastaðni í landinum.



Nýtsla av skíggjum:



Um 60% av føroyingum nýta
skíggjar upp til 3 tímar dagliga í frítíðini, meðan umleið 25% eru heilt uppi á
5 tímum og meira. Triðihvør í aldurbólkinum 18-24 ár brúka skíggjar í upp til 5
tímar dagliga í frítíðini, og helvtin av teimum í hesum bólkinum liggja frá 5
tímum og hægri í dagligari skíggjatíð í frítíðini einans. Hesi tøl eru
samanumtikið alt ov høg og hanga ivaleyst tætt saman við manglandi rørslu og
yvirvekt.



 tak niður: Gallup kanningina 2018



Samband: Magni Mohr, formaður í
Fólkaheilsuráðnum, telefon: 292270.