Fólkaheilsukanningin Hvussu hevur tú tað?

Fólkaheilsuráðið
bjóðar nú um dagarnar tilvildarliga valdum borgarum at luttaka í
fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?”. Hetta er ein kanning av trivnaði
og heilsu hjá vaksnum fólki í Føroyum.


Fólkaheilsuráðið
vil við hesi spurnakanning greina heilsustøðuna í Føroyum. Úrslitini frá
kanningini skulu brúkast til at geva almennu Føroyum og myndugleikum hentar
upplýsingar til tess at raðfesta átøk á heilsuøkinum á skynsamasta hátt og
harvið betra um fólkaheilsuna.





Kanningin
verður fyriskipað av Lóðri. Upplýsingar frá kanningini verða brúktar til
hagfrøðiligar greiningar av trivnaðar og heilsustøðuni um landið beint nú.
Seinast vit gjørdu slíka kanning var í 2015. Til ber eisini at gera samanberingar
við okkara støðu og gongdini í trivnaði og heilsu í øðrum londum.
 

Vit vóna at
øll tey, sum tilvildarliga eru vald út, vilja hjálpa okkum at taka temperaturin
á trivnaðar- og heilsustøðuni í landi okkara. Hetta hjálpir heilsuverkinum,
lands- og kommunalu myndugleikunum og okkum øllum at planleggja arbeiðið við
fólkaheilsu og trivnaði meira málrættað og við størri neyvleika.

Vinarliga heilsan

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum