Fólkaheilsuráðið er nú almennur samstarvsfelagi við Act-Belong-Commit í Avstralia, við føroysku verkætlanini: ABC fyri sálarliga heilsu.

Fólkaheilsuráðið
hevur arbeitt við menningarverkætlanini ABC
fyri sálarligar heilsu
síðan tíðliga í 2017, og er nú almennur
samstarvsfelagi við Act-Belong-Commit, við verkætlanini; ABC fyri sálarliga
heilsu. Føroyar eru sostatt saman við Danmark og Norra, triðja landi í
heiminum, ið arbeiðir við hesum átaki innan sálarliga heilsu, sum er grundað á
gransking.



Verkætlanin í
Føroyum hevur sín uppruna í Act-Belong-Commit í Avstralia. Act-Belong-Commit er
eitt víðfevnandi sálarliga heilsufremjandi átak, ið roynir at eggja fólki til
at taka stig til at fremja og styrkja sálarligu heilsuna. Samstundis verður
roynt at eggja organisatiónum til at gera sítt til at fremja sálarliga heilsufremjandi
umhvørvið og gera tað lættari at luttaka í ymiskum felagsskapi og virksemi. Í
stuttum snýr tað seg um at betra um sálarligu heilsuna, við at fylgja einfalda
boðskapinum: Ver virkin, ver saman og ver hugbundin.



Eftirmetingar
í Avstralia hava víst, at átakið gjøgnum seinastu 12 árini hevur gjørt fólk
varug við, at tað er ymiskt, vit kunnu gera og áttu at gjørt, fyri at ansa
eftir okkara sálarligu heilsu. Átakið hevur eisini broytt hugburðin til
sálarliga heilsu og sálarligar trupulleikar, og minka um stigmatisering, ið er
knýtt at sálarligum trupulleikum.



Í Føroyum er
talan um eina menningarverkætlan, ið Fólkaheilsuráðið stendur fyri. Saman við
17 øðrum samstarvsfeløgum, ið eru kommunur, feløg, stovnar og kristiligir
felagsskapir, arbeiða vit saman fyri at gera fólk tilvitað um, hvussu
føroyingar kunnu betra um sálarligu heilsuna og betra um umstøðurnar fyri
hesum.



Arbeiði við verkætlanini
gongur avbera gott. Áhugin fyri verkætlanini hevur verið stórur, og føroyingar tykjast
jaligir fyri átakinum og boðskapunum. Seinastu mánaðirnar hava ABC
samstarvsfelagar funnið fram til, hvussu teir ynskja at arbeiða við ABC fyri
sálarliga heilsu. Til triðja ABC samstarvsfundin herfyri vísti tað seg, at flestu
samstarvsfelagar meta, at fyrsta stig eigur at vera - at gera føroyingar
tilvitaðar um, hvat sálarlig heilsa er, og hvussu vit kunnu betra um sálarligu
heilsuna. Fleiri hava síðani ætlanir um at hugsa ABC inn í verandi átøk, og onnur
hava góð hugskot til nýggj ABC átøk. Semja er um, at nógv virksemi er í
Føroyum, ið kann setast í samband við ABC, men tá fólk eru tilvitað um, hvat
hevur týdning fyri sálarligu heilsuna, tá kunnu vit gera meira av tí, ið longu
er gott, og leggja enn meira dent á trivnað í øðrum virksemi.



Samrøða við
føroyskar ABC samstarvsfelagar herfyri:
http://www.folkaheilsa.fo/news-abc+verkaetlanin+gongur+vael.htm



Kunning um ABC
í Føroyum:
http://www.folkaheilsa.fo//kunning.html