Fólkaheilsuráðið lýsir eftir Átaksleiðarum

 











 



Tórshavn, 23. desember 2013                              


 




 



Átaksleiðarar til
Fólkaheilsuráðið






Tvey størv sum verkætlanarleiðarar eru leys at
søkja:



 



·        
eitt um kost og rørslu



·        
eitt um royking og rúsevni



 



Uppgávan er at fremja tey
mál, sum Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri 2014, tá ræður um kost, rørslu,
royking og rúsevni –
http://folkaheilsa.fo/mal+og+avrik_rqgo.html



 



Tað er umráðandi, at tú
ert ein skapandi, fremjandi og sjálvstøðugur persónur. Umframt at vita  nóg mikið um virkisøkini, skalt tú hava góðar
samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu, tí tú skalt einsamallur samskifta
við málbólkarnar beinleiðis ella ígjøgnum miðlar. Hollir telduførleikar eru
eisini ein fortreyt fyri at kunnu fremja ætlaðu avrikini.



 



Umframt serligu økini
eigur tann, sum settur verður, at kunna taka á seg aðrar uppgávur, sum hava við
dagliga raksturin hjá Fólkaheilsuráðnum at gera. Vit vænta, at tú hevur gjørt
tær hugsanir um, hvussu uppgávurnar skulu loysast.



 



 



Størvini eru tíðaravmarkað í eitt ár. Vit miðja
ímóti at seta fólk í starv 1. februar 2014.



 



Løn sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.



 



Nærri upplýsingar um størvini fáast við at
venda sær til Pál Weihe á fartelefon +298 216696 ella pal@health.fo



 



Umsókn við prógvum
og ævilýsing (curriculum vitae) skal sendast til niðanfyristandandi adressu.
Umsóknarfreistin er 13. januar 2014



 



 



Fólkaheilsuráðið



J.C. Svabosgøta 43.



FO-100 Tórshavn



teldupostur: fhr@folkaheilsa.fo



heimasíða: www.folkaheilsa.fo