Fólkaheilsuráðið stuðlar heilsurenningini

Í sambandi við, at Tórshavn Marathon er á skránni nú
leygardagin 7. juni, skipar Bragdið fyri eini heilsurenning, sum
Fólkaheilsuráðið stuðlar. 

Teinurin, ið runnin ella gingin verður, er fimm kilometrar,
og vegirnir eru stongdir, so ongir bilar koyra á teininum.  Trýst her fyri at síggja teinin. Byrjan og endi er á Vaglinum, har eisini marathonrennararnir koma á mál.



Heilsurenningin er ikki ein kapping, men eitt rørsluátak,
sum er ætlað øllum. Ungum, eldri, skjótum og minni skjótum.



Fólkaheilsuráðið letur luttøkuskjal til tey, ið eru við í
heilsurenningini.



Byrjað verður kl. 11, og tú kanst melda til her. 



Eisini ber til at melda til í básinum hjá Bragdinum í SMS
frá kl. 12 til 19 fríggjadagin og í Snarskivuni frá kl. 8 leygarmorgunin.



Kostnaðurin fyri luttøku er 50 kr.