Fólkaheilsuráðstevna 2017

Fólkaheilsa fyri øll 20.
oktober 2017



Ársins fólkaheilsuráðstevna
undir heitinum “Fólkaheilsa fyri øll”  verður
fríggjadagin
20. oktober kl. 13.00 - 16.30 í Norðurlandahúsinum
.



Hesaferð verður dentur lagdur
á sálarliga heilsu í breiðum høpi. Sálarlig heilsa er eitt viðkomandi evni, tí
sálarlig heilsa hevur eins stóran týdning sum likamlig heilsa, og tað ber til
at betra um og ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá føroyingum bæði á
einstaklinga-, bólka- og samfelagsstigi
.

Á skránni verða millum annað áhugaverdir fyrilestrar um
gerandis hetjur og sjálvboðið hjálpararbeiði
, um sálarliga heilsu og sosial
viðurskifti, um verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu” og um avbjóðingarnar á
sálarliga heilsuøkinum í Føroyum.



Millum fyrilestrarhaldararnar
verða millum annað Matt Langdon, stovnari av “Hero Construction Company”, Knud
Juel, Professari  Emeritus, og Tóra Petersen PhD í sálarfrøði. Harafturat
verður ársins gerandis hetja avdúkað.



Síðsta ár var áhugin fyri
hesi ráðstevnu so stórur, at ráðstevnan var fullteknað beinanvegin og tíverri
vóru tað nógv, sum ikki sluppu við til ta sera áhugaverdu ráðstevnuna, har
spírar vórðu settir niður, sum vit enn heysta ágóða av. Fyri at tryggja, at tað
ikki skal vera soleiðis aftur í ár, hava vit valt, at hava ráðstevnuna í
Høllini í Norðurlandahúsinum, sum rúmar dupult so nógvum luttakarum, og vit
vóna, at øll, sum ynskja at luttaka, sleppa til ráðstevnuna. Tiltakið er
ókeypis, er fyri øll og tað ber til at melda seg til ráðstevnuna niðanfyri.



Melda til Fólkaheilsuráðstevnuna 2017 





Fyrilestrarhaldarar

Matt Langdon er upprunaliga úr Avstralia, men
er búsitandi í USA. Hann hevur síðani 2006 samstarvað tætt við heimskenda
sálarfrøðingin og professaran á Stanford University, Phil Zimbardo. Matt er
saman við Phil Zimbardo stovnari og í løtuni virkandi forseti í “Hero
Construction Company”, sum er amerikanskt samtak, sum hjálpir, stimbrar og útbúgvir
fólk at gerast hetjur í gerandisdegnum! Matt fer m.a. at greiða frá “Everyday
Hero hugtakinum” og sínum drúgvu arbeiðsroyndum við at menna gerandis hetjur runt
í heiminum. Kunnu vit eisini gerast gerandis hetjur?   


Njál Djurhuus er majorur í Frelsunnar Herinum.
Njál hevur í fleiri áratíggjur framt sjálvboðið hjálpiarbeiði á gøtunum í Oslo.
Njál er ein sonn gerandis hetja og fer at greiða frá sínum lívlanga hjálparvirksemi,
har hann hevur ferðast ímillum teir mest sosialt útsettu av okkara
samfelagsborgarunum. Hava vit ábyrgd at fremja hetjuvirksemi í gerandisdegnum?


Knud Juel er Professari Emeritus í Statens
Institut for Folkesundhed á Syddansk Universitet. Hann hevur í ein mansaldur
granskað í hagfrøðiliga sambandinum ímillum ymiskar tættir, sum avgera okkara
heilsustøðu og hevur staðið á odda fyri fleiri størri heilsukanningum í
Danmark. Knud fer at greiða frá, hvussu ymiskir tættir, sum hava týdning fyri
okkara heilsustøðu, ávirka hvør annan við høvuðsdenti á sambandið ímillum ymisk
sosial viðurskifti og okkara heilsu. Hevur heilsustøða okkara ávirkan á okkara
sosialu støðu ella umvent?



Annika Helgadóttir er PhD. í sálarfrøði frá
Københavns Universitet. Hon er forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar og
hevur drúgvar arbeiðsroyndir sum sálarfrøðingur í Danmark og Føroyum og er í
løtuni sálarfrøðingum á miðnámsskúlaøkinum. Annika nýtir m.a. “ABC fyri
sálarliga heilsu konseptið” sum amboð at menna heilsuna hjá ungum, og hon fer
at greiða frá hesum arbeiði. Hvørjar avbjóðingar hava okkara ungu borgarar?


Monika Mohr er Cand.mag í sálarfrøði og
heilsufremjan/strategi frá Roskilde Universitet. Hon hevur verkætlannar royndir
innan sálarliga heilsufremjan úr Danmark og er í løtuni í starvi í
Fólkaheilsuráðnum, har hon samskipar stóru verkætlanina “ABC fyri sálarliga
heilsu”. Monika fer at greiða frá føroysku útgávuni av avstralska konseptinum
“Act-Belong-Commit”. Hvat er føroyska ABC verkætlanin?



Tóra Petersen er PhD. í sálarfrøði frá
Syddansk Universitet. Hon hevur royndir sum granskari í traumasálarfrøði og sum
praktiserandi sálarfrøðingur, og hevur m.a. granskað í sálarligu heilsuni hjá
føroyskum børnum. Hon er fyrrverandi forkvinna í felagnum føroyskir
sálarfrøðingar og í granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum. Tóra fer at
hugleiða um nakrar av stóru avbjóðingunum á sálarfrøðiliga heilsuøkinum í
Føroyum, og um hvussu vit betra um hesi viðurskifti. Hvussu kunnu vit menna
sálarligu heilsustøðuna á einstaklinga- og samfelagsstøði í framtíðar Føroyum?


Skráin til Fólkaheilsuráðstevnuna 2017 fæst niðanfyri: