For hundin, eri eg bundin?


Nýtt átak hjá Fólkaheilsuráðnum


Fólkaheilsuráðið fer restina av
árinum at varpa ljós á bundinskap.


Vit hava eina ørgrynnu av
møguleikum og vit kunnu velja og vraka, sum okkum lystir, men eru vit altíð
tilvitað um, hvat vit velja til, og hvat vit velja frá?






Tað er natúrligt at velja tað
til, sum skapar eina góða kenslu í okkum. Tað kann vera so nógv ymiskt, sum
skapar eina góða kenslu. Tað kann vera, tá ið vit eta, renna, keypa, spæla
teldu, gera reint, strúka skjúrtur, arbeiða í havanum og so framvegis, ella vit
kunnu fáa eina góða kenslu kemiskt við at brúka ymisk evni so sum tubbak,
rúsdrekka og rúsevni.




Tað er munur á vana og
bundinskapi. Markið ímillum vana og bundinskap er sera flótandi og flytur seg
frá einum ringum vana til eina støðu, har alt dettur frá hvørjum øðrum. Tað er
lættari at steðga einum vana enn at steðga bundinskapi. Bundinskapur yvirtekur
stýringina, og tá er truplari at steðga aftur. Bundinskapurin kann føra til
beinleiðis misnýtslu.




Við spurninginum “For hundin, eri
eg bundin?” vil Fólkaheilsuráðið varpa ljós á bundinskap og vóna at fólk verða
meira tilvitað um bundinskap.





Átaki byrjar við 4 stuttum
filmum, sum snúgva seg um royking, rúsdrekka, rúsevni og doping. Í heyst koma
fleiri filmar við øðrum evnum. Filmarnir leggja upp til, at finna nøgdsemi á
ein meira gagnligan hátt, so vit kunnu vera hugbundin í virksemi og áhugamálum,
ið geva meining fyri okkum, uttan at bundinskapur tekur ræði á okkum.