Fyrstu ABC tiltøkini taka skap

Fjórði ABC
samstarvsfundur var í gjár, har Fólkaheilsuráðið kunnaði samstarvsfelagar um
gongdina í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, og hvørjar ætlanir
Fólkaheilsuráðið hevur fyri komandi tíðina. Eisini løgdu vit ætlanir fyri
altjóða sálarheilsudagin, ið verður 10. oktober. Fyri at skapa hugarok um henda
dagin, fóru vit ein “walk and talk” túr í vøkru náttúruni í Klaksvík, ið var
sera gevandi.  



Samstarvsfelagarnir
byrja nú í størri mun at taka ABC verkætlanina til sín og finna útav, hvussu
tey ynskja at skapa karmar fyri virksemi, sum kann virka sálarliga
heilsufremjandi. Eitt nú hevur Vágs kommuna havt ruddingardag, har dentur varð
lagdur á boðskapin í ABC; borgarar í Vágs kommunu vóru virknir saman, bæði
likamliga og sosialt og vóru hugbundnir um uppgávuna at rudda í nærumhvørvinum.
Hetta er virksemi, ið kann geva meining fyri tann einstaka, tí tað bæði er gott
fyri umhvørvið og sálarligu heilsuna hjá borgarunum.



Samstarvsfelagarnir
læra longu av hvør øðrum og byrja at síggja, hvussu teir kunnu arbeiða við ABC
verkætlanini í framtíðini. Vit kunnu tí rokna við at fara at síggja meira til,
hvussu karmarnir fyri sálarligari heilsufremjan fara at taka skap, og hvussu
føroyingar gerast meira tilvitaðir um, hvussu vit kunnu styrkja sálarligu
heilsuna hjá bæði okkum sjálvum og hvør øðrum.



Komandi ABC
tiltøkini verða longu í mai. ABC verður t.d. partur av umhvørvisátakinum “Slóða
fyri” í Klaksvíkar kommunu, møguliga partur av ruddingardegnum í Sunda kommunu,
og Fólkaheilsuráðið skipar saman við Tórshavnar kommunu fyri einum stórum ABC
tiltakið síðst í mai, ið eitur “Rørslufagnaður”.