Fyrstu føroysku Ungdóms Kveikjarar fingið prógv

Í gjár fingu
tíggju ung millum 16-25 ár prógv sum “Ungdóms Kveikjari”, eftir at hava
luttikið á verkstovuni “Kveik Ung”. Allir luttakararnir vóru kvinnur, og hesar
ungu kvinnurnar eru tær fyrstu tíggju í heiminum uttanfyri Avstralia, sum hava
fingið prógv og kunnu kalla seg Ungdóms Kveikjari. Átakið Kveik Ung er
upprunaliga úr Avstralia og verkstovan í Føroyum er liður í verkætlanini ABC
fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum.



“Vit eru
ómetaliga fegin um, at føroyingar hava fingið møguleika at gerast teir fyrstu
uttanfyri Avstralia, ið royna hetta átakið fyri ung. Vit hava nú fingið tíggju
ung við nýggjum førleikum og størri vitan um góða sálarliga heilsu og hetta
kann heilt víst vera við til at gera mun og breiða vitanina um, hvat ein kann
gera fyri at ansa eftir og betra um sína sálarligu heilsu”, sigur Monika Mohr,
verkætlanarleiðari í ABC fyri sálarliga heilsu í Fólkaheilsuráðnum. “Tey ungu
læra, hvussu tey kunnu ansa eftir síni egnu sálarligu heilsu og hvussu tey
kunnu hjálpa sínum vinum og javnaldrum at gera tað sama. Tey læra eisini, at
tey ikki eru fakfólk, men ein vinur við førleikum og størri vitan um sálarliga
heilsu, og tí skulu vísa sínum vinum víðari til fakliga hjálp, um tørvur tykist
at vera á tí.”



Tørvur er á verkstovuni í
Føroyum



Tey ungu tóktust
at vera sera spent og áhugaði tá verkstovan byrjaði. Aftaná verkstovuna fingu
vit eitt stutt prát við nøkur av teimum ungu, og afturboðanin frá fleiri hevur
verið ómetaliga góð. 



Ein luttakari
segði soleiðis: “Tað er stórur tørvur á eini verkstovu sum hesari fyri ung í
Føroyum. Eitt er at hava eina framløgu um sálarliga heilsu, men hendan
verkstovan ger, at vit kunnu vera virkin og læra um sálarliga heilsu og nær vit
skulu vísa okkara vinum víðari til meira fakliga hjálp. Tað er tørvur á, at ung
í Føroyum læra meira um sálarliga heilsu á eini verkstovu sum hesari.”



Ein annar luttakari
segði, at: “Hetta var ótrúliga gott og áhugavert, og hetta mugu tit gera meira
av. Vónandi verður tað møguligt tá onnur hoyra, hvussu okkum hevur dámað
verkstovuna”.



Ein triði
luttakari segði soleiðis: “Tað var stuttligt og kul at vera á verkstovuni. Eg
haldi, at øll fingu nakað gott burturúr, sum vit kunnu brúka og eg gleði meg
til at royna tað heima.”



Vit hava leysliga
hugt eftir skrivligu eftirmetingunum av verkstovuni, og allar vit hava sæð vísa,
at luttakararnir vilja viðmæla verkstovuna Kveik Ung til onnur.



Vit kunnu gleðast um, at vit hava so nógv ung, sum
hava áhuga fyri sálarligari heilsu og at tey ynskja, at vita meir, soleiðis at
tey kunnu menna seg og fáa amboð til at hjálpa og stuðla øðrum.




Verkstovurnar framyvir



Tað eru ikki bert tey ungu, ið hava verið á verkstovu.
Tey sum arbeiða í gerandisdegnum við ABC verkætlanini í Fólkaheilsuráðnum hava
somuleiðis verið á verkstovu, og hava lært at skipa fyri Kveik Ung verkstovum
framyvir. Hetta gevur fleiri ungum møguleika at fáa somu førleikar og gerast
Ungdóms Kveikjari í framtíðini.