Gerandishetjan 2017

Sirið Stenberg fer í sambandi
við Fólkaheilsuráðstevnuna 20. oktober at avdúka eina gerandishetju.
Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava
henda heiður uppibornan.



Endamálið við at finna eina gerandishetju er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt nakað munagott innan
heilsufremjan. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera
sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá fólki. Tey
tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar 
o.s.fr. Øll kunnu tilnevna eina gerandishetju.
Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin, og gerandishetjan verður
avdúkað á Fólkaheilsuráðstevnuni 20. oktober 2017.



Seinast freist at koma við
uppskotum er 12. oktober 2017.



Oyðiblað til títt uppskot er her