Góð undirtøka til verkstovuna Kveik Ung – Stuðla Ungum

Verkstovan “Kveik Ung – Stuðla Ungum”, var í gjár hildin fyri fyrstu ferð í
Føroyum. Góð undirtøka var og heili 28 luttakarar vóru á verkstovuni.



Hetta er ein liður í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum nú er
farin í gongd við átakið “Kveik Ung”, sum hevur til endamáls at geva ungum millum
16-25 ár møguleika til at luttaka á verkstovu, har tey kunnu gerast “Ungdóms
kveikjari” og fáa førleikar og størri vitan um sálarliga heilsu.



“Kveik Ung – Stuðla Ungum” er ein rættiliga nýggj verkstova og er íkomin í
Avstralia, tí eftirspurningur hevur verið eftir, at tey, ið hava samband við
ung dagliga, eisini fáa størri vitan og førleikar til at tosa við tey ungu um
góða sálarliga heilsu. Endamálið við verkstovuni “Kveik Ung – Stuðla Ungum” er tískil
at førleikamenna tey, sum hava samband við ung, soleiðis at tey fáa amboð, sum
kunnu brúkast til at stuðla Ungdóms Kveikjarum og eggja øðrum ungum at gerast
meira virkin í sálarliga heilsufremjandi virksemi. “Kveik Ung – Stuðla Ungum”
verkstovan er fyri t.d. lærarar, lestrarvegleiðarar, ungdómsráðgevar og
foreldur.



“Tað var fantastiskt at síggja, at so nógv fólk frá so nógvum ymiskum økjum
í samfelagnum; lærarar, heilsustarvsfólk, fólk frá ítróttarfeløgum og
ungdómsvirksemi o.s.fr. hava áhuga fyri at stuðla ungum at gera nakað gott fyri
teirra sálarligu heilsu” sigur Darci Miller, stigtakari til Kveik Ung úr
Avstralia, ið hevur staðið fyri tveimum Kveik Ung verkstovum í Føroyum hesa
vikuna.



Fólk lótu væl at
verkstovuni



“Afturboðanirnar hava verið sera góðar og fleiri nevndu, at tørvur er á
hesum í samfelagnum og hildu at boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu var
áhugaverdur og væntandi koma at brúka boðskapin í teirra arbeiði” sigur Darci
Miller.



Onkur luttakari segði seg ætla at taka stig til at byrja ein nýggjan
ungdómsbólk fyri ungar dreingir, og ein annar luttakari segði, at hetta vóru
amboð, sum eru løtt at brúka.



Verkstovan verður væntandi aftur, so fleiri fáa møguleika at luttaka á
verkstovuni framyvir.