Heilsa á ferð í Vágunum

Kanningar hesa vikuna í Vágunum


Fólkaheilsuráðið
hevur nú kannað meira enn 600 fólk fyri KOL og typu2 diabetes. Nú verður so
farið víðari til Vágarnar. Hesa vikuna kanst kanst tú lata teg kanna fyri KOL
og Typu2 diabetes á Læknamiðstøðini í Miðvági.



Átakið verður
gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2
diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í Diabetes kanning, sum
endaði í mai mánaði í ár.



Fólkaheilsuráðið
hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á
vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum
støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.



Sum vit áður hava
nevnt, so er hetta slagið av diabetes nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu
vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði
hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri
at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar komplikatiónir
og fylgisjúkur.




Fólkaheilsuráðið
hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk
obstruktiv lungnasjúka), ella “Roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt.
Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa
hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at
fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20
sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein
ávísan mun hava við sær KOL.




Kanningin fer fram á Læknamiðstøðini í Miðvági.



Bílegg
tíð á telefon 515155 millum 10 og 14