Hevur tú uppskot til Fólkaheilsuvirðislønina 2019?

- Send uppskot inn í seinasta
lagi 9. Januar 2019

Sirið
Stenberg fer í sambandi við Fólkaheilsuráðstevnuna 11. januar at handa eina
Fólkaheilsuvirðisløn. Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum
hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

Endamálið
við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt
nakað munagott innan heilsufremjan. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey
mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um
umstøðurnar hjá fólki. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg,
arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr. 
Øll kunnu tilevna, hvør skal hava virðislønina. Ein dómsnevnd tekur
støðu til, hvør fær heiðurin. Hvør fær ársins Fólkaheilsuvirðisløn verður
avdúkað á Fólkaheilsuráðstevnuni 11. januar 2019.

Seinasta
freist at lata uppskot inn er mikudagin 9. januar.






Oyðiblað til títt uppskot er her


Hevur tú eitt uppskot?