Hjólvelting

 



At røra seg er gott



At gera tað saman
við øðrum er enn betri



Gevur tað meining,
er tað ein sonn frøi





Tað er í hesum anda, at Fólkaheilsuráðið saman við
FNU og FERÐAST GRØNT hjá Tórshavnar kommunu
luttaka í Hjólvelting, sum er ein hugfarsligur bólka-súkklutúrur ígjøgnum býin,
har ið samanhald, umhvørvi og heilsugóður lívstílur eru kjarnin. Øll eru
vælkomin, tað einasta, ið krevst, er, at tú hevur súkklu, og annars, at tú kemur
akkurát soleiðis, sum tú ert
J 



 



Endamál



Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á bleytu
ferðsluna og vísa á, at súkklan er eitt gott flutningstól, sum nógv fleiri
kundu brúkt til vanligan flutning í gerandisdegnum. Tað er gott fyri heilsuna
at súkkla, og tað er gott fyri umhvørvið.



 



Endamálið er eisini at síggja so nógv ymisk
menniskju savnast og súkkla saman sum møguligt.

Tí øll hava brúk fyri at røra seg og fáa eyguni upp fyri, at tað at súkkla er
góð at brúka í gerandisdegnum. Ongantíð betri um hetta kann gerast til eina enn
betri uppliving við at gera tað saman við øðrum, tí tað er saman við øðrum, at vit
vaksa.    



 



Nær og hvar



Nú ársins tema á Glasi er "Menniskjað og
náttúran" byrjar Hjólveltingin á Glasi.
Áðrenn Hjólveltingina bjóðar FERÐAST GRØNT øllum til ókeypis súkkluverkstað
á Glasi kl. 12-15:30, har møguligt er at fáa súkkluna kannaða og minni ábøtur
gjørdar.



 



Hjólveltingin byrjar klokkan 15.25 við upphiting.
Fólkaheilsuráðið hevur biðið Mariann Hansen standa fyri upphitingini og hon fer
at hjálpa okkum at fáa hita í kroppin og hála sundur liðirnar, sum ikki hava
verið mýktir eina tíð. Pláss verður eisini til látur, soleiðis at vit fáa sett
gongd í tað góða lagið, sum altíð er gott at hava við á ferðini.



 



Hjólveltingin endar í Posthúskjallaranum í
Tórsgøtu, har FERÐAST GRØNT bjóðar leskandi suppu.





Ljóð og litir



 



Ert tú ein, ið vilt hava ljóð og litir yvir
fjøldina so læt teg í okkurt spraklandi og litfagurt og skift vanligu ringiklokkuna
út við eitt dútthorn ella okkurt annað, sum ber til at festa á súkkluna, sum
gevur gott ljóð. Og læt so tíni fagnaðarljóð hoyrast. Saman lyfta vit stemningin.



 



So er bara eftir at siga, at vit fegin vilja
síggja teg og tey tú hevur hug at taka við tær til hetta tiltak.



 



Ongantíð betur um tú ert líka sum øll onnur –
nevniliga øðrvísi
J



 



 



Skrá



Kl. 12.00 til 15.25 Súkkluverkstaður



Kl. 15.25 til 15.35 Upphiting



Kl. 15.35 til 16.00 Hjólvelting



Kl. 16.00 til 17.00 Suppa í Posthúskjallaranum