Hvussu hevur tú tað maður?



Altjóða
mannfólkadagur er í november og í hesum sambandi bjóða Javnstøðunevndin,
Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati til samrøðu um menn og maskulinitet anno 2019



Hvat er ein
rættur maður? Hvussu hevur maðurin tað í dag? Er bara ein máti at vera “rættur
maður”? Og um so er, kanst tú so vera ein “skeivur maður”?  Er maskuliniteturin í broyting? Og klára vit
øll at fylgja við?


Týskvøldið 26.
november klokkan 19.30 lata Javnstøðunevndin, Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati
dyrnar upp í Perluni í Havn og bjóða inn til eitt framburðarhugað kjak um
mannin og maskulinitet anno 2019. Danin Christian V. Mogensen og íslendingurin
Pálmar Ragnarsson eru gestarøðarar, og haraftrat er ein góður kokkteylur av
føroyskum monnum bodnir við til sofaprát.


Christian V.
Mogensen fer at tosa um maskulinitet, gaming, heilsu, mótstøðu og rótloysi hjá
monnum, og um hvørjar avbjóðingar og loysnir eru. Pálmar Ragnarsson fer at tosa
um ungar dreingir, og um hvussu ein positivur kommunikatiónsháttur kann gera
sítt til at skapa eitt virðisgrundað javbjóðissamfelag til frama fyri øll, ikki
minst ungar dreingir. Og um hvussu hetta kann smitta av til onnur øki so sum
politikk, arbeiðspláss og miðla.  


Í sofuni sita
umframt Pálmar og Christian, Regin Berg, Niels Uni Dam, Arni Zachariasen,
Erling Fles og Eiler Fagraklett. Fimm rættiliga ymiskar útgávur av føroyska
manninum anno 2019. Og vertur hetta kvøldið er Jákup Dahl.

- Við hesum
kvøldinum varpa vit ljós á ta felags ábyrgd, sum vit hava, tá ið tað ræður um
avbjóðingar hjá okkara samfelagsborgarum uttan mun til kyn. Vit vilja berjast
saman heldur enn at berjast ímóti hvør øðrum, siga samskipararnir.


Øl, kaffi og
annað verður til keyps. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!