Karsten handaði virðislønir fyri løtu síðan

Karsten Hansen handaði um vikuskiftið virðislønir í sambandi við teknikappingina hjá Fólkaheilsuráðnum.

Landsstýrismaðurin
í heilsumálum handaði um vikuskiftið trimum børnum, sum høvdu vunnið
teknikappingina, ið Fólkaheilsuráðið skrivar út á hvørjum ári, hvør sín
gávukekk á fimmhundrað krónur. Inn vóru komnar 400 tekningar úr øllum
landinum; frá einstaklingum, barnagørðum og heilum skúlaflokkum.


Landsstýrismaðurin
hevði tikið sær stundir at koma allan vegin suður til Havnar at handa
hesum børnum virðislønirnar, tey høvdu vunnið. Hann nevndi í taluni
: ”Tit hava øll verið við at hjálpa mær. Rundan
um okkum her á torginum í SMS eru 400 vakrar, stuttligar og hugvekjandi
tekningar frá børnum í øllum aldri. Øll hesi 400 hava hjálpt mær í
mínum arbeiði. Ja, tit hava hjálpt okkum øllum at vera meira frísk.”


Landstýrismaðurin
kom eisini inn á tiltakið ”Árgangur 2000 roykfríur” – tey sokallaðu
Millenium-børnini og rósti átøkunum, sum Fólkaheilsuráðið hevur staðið á
odda fyri. Hann segði "Skulu vit tosað um sólskinssøgur, so er hetta
ein av teimum. Tí tað sær út til, at tey ungu í dag, ætla sær ikki at
fara at roykja. Í øllum førum í nógv minni mun enn fyrr. Hetta vísir, at
vit kunnu røkka langt, tá ið vit seta okkum stór mál.”


Fólkaheilsuráðið ynskir hesum børnunum til lukku við virðislønunum:


Vár Norðberg, Hvalba, 13 ár

Signhild Johannesen, 9 ár, Saltangará

Una Símunardóttir, 5 ár, Tórshavn