Karsten handar virðislønir kl. 17


Seinnapartin í dag kl. 17
handar landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen virðislønirnar til teir
tríggjar vinnararnar í teknikappingini hjá Fólkaheilsuráðnum. Handanin er á torginum
í SMS, har framsýning av tekningunum eisini er. Tað er í sambandi við altjóða
roykfríadagin, at Fólkaheilsuráðið skipar fyri hesi kapping fyri børn.