Klaksvíkar Sjúkrahús í samstarvi við Fólkaheilsuráðið

Átakið ‘Heilsa
á ferð’ verður byrja í Klaksvík, síðani verður farið kring landið. Fyrstu
kanningarnar verða gjørdar týsdagin 17. september, og hildið verður fram til
fríggjadagin 21. september. Tað er Klaksvíkar Sjúkrahús, sum verður karmurin um
tiltakið komandi viku.
 

Tilmeldingin
fer fram á telefon 515155 millum kl. 10 og
16.

 
Átakið er
eitt samstarv millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Fólkaheilsuráðið. Í hesum sambandi
verður skipað fyri fyrilestri týskvøldið 17. september kl. 19.30 í Spaniastovu, har Jens Andreassen, yvirlækni fer
at halda fyrilestur um Typu2 diabetes. Løtan verður eisini kryddað við onkrari
framførslu.