Komið á torgið mikudagin millum kl. 15 -17










Lættir
og leskiligir skundverðir úr havinum eru á skránni í morgin millum  kl. 15 og 17 á torginum í SMS.





Tað
er Fólkaheilsuráðið, sum saman við Miklagarði skipar fyri
matgerð á torginum. Uni Gullfoss kokkur fer at hjálpa kundanum at
gera lættar og leskiligar skundverðir úr havinum, hann fer eisin
at koma við hugskotum, hvat ið restin av rættinum kann brúkast
til, eitt nú sum viðskera hjá barninum at hava við í
barnagarðin. Hugskot og uppskriftir fært tú eisini frá Una.















Hetta
er vælkomið í eini tíð, har øll hava nógvan skund og hava brúk
fyri at gera ein skjótan verð. Hetta nýtist als ikki at ganga
útyvir góðskuna av tí, ið gjørt verður. Rættirnir, sum verða
gjørdir, eru úr fiski og grønmeti og kunnu saktans gerast uppá
fimm minuttir; tað er tað vit fegin vilja vísa við átakinum.


á Torginum í SMS:

mikudagin kl. 15 - 17