Kom til fyrilestur um ítrótt sum fyribyrging av sjálvmorði

Fólkaheilsuráðið
og Frælsur Ítróttur Føroya skipa týskvøldið 3. apríl kl. 19.30 fyri sera
áhugaverdum fyrilestri.



Tað er navnframi
svenski ítróttarúrmælingurin Mattias Sunneborn, sum kemur at halda fyrilestur
um ítrótt sum amboð at fyribyrgja sjálvmorði, og um hvussu ítrótturin hjálpti
honum víðari í lívinum.



Fólkaheilsuráðið tekur
undir við boðskapinum hjá Mattiasi, tí vit vita, at tað hevur týdning fyri
sálarligu heilsuna, at vit eru virkin í ymiskum, sum eitt nú ítrótti. Í
ítróttinum kunnu vit vera virkin kropsliga og sálarliga, kenna okkum sum part
av felagsskapinum á einum ítróttarliðið, og hugbinda okkum í ítróttinum við t.d.
at seta okkum nøkur mál og nýggjar avbjóðingar, ið geva meining fyri okkum. Á
henda hátt styrkja vit um bæði likamligu og sálarligu heilsuna, við bæði at
vera virkin, vera saman og vera hugbundin, ið er boðskapurin í ABC fyri
sálarliga heilsu. Sálarlig heilsa og likamlig heilsa hava eins stóran týdning,
og tað er av stórum týdningi at varpa ljós á sálarliga heilsu, tí tað er við
til at avstigmatisera.



Tá Mattias var 15 ára
gamal, tók pápi hansara lívið av sær. Hetta setti djúp sár í sinnið á unga
Mattiasi, sum ikki vildi viðurkenna, at pápin hevði gjørt hesa ræðuligu gerð.



Í nógv ár segði hann pápan vera deyðan av øðrum orsøkum.
Hann tosaði ikki við nakran um hetta, men græt seg í svøvn manga náttina eftir
hetta.



Í dag kennir Mattias týdningin av at tosa um og arbeiða
seg ígjøgnum sorgina. Hann er í dag umboðsmaður hjá svenska felagsskapinum
Suicide Zero, sum arbeiðir fyri at avmarka sjálvmorði og sjálvmorðsroyndum mest
møguligt og fyri at hjálpa øðrum víðari.



Sannandi at tað í Svøríki eru um 1.600 fólk árliga, sum
taka lívið av sær, arbeiðir Suicide Zero á fleiri mótum, sum vit í Føroyum
eisini kunnu læra nógv av. T.d. verður dentur lagdur á, at starvsfólk á skúlum,
í eldrarøktini og løgreglu leggja seg eftir at lesa tey tekin, sum
sjálvmorðshótt senda. Og at hert eftirlit er við fólki, sum hava verið fyri
ógvusligum hendingum.



Í Føroyum vóru frá 2010 til 2015 tilsamans 16 sjálvmorð.
So eisini her heima er tað av størsta týdningi at varpa ljós á hetta
tabu-kenda evnið.



Fyrilesturin, sum verður í salinum hjá
Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu, er ókeypis og byrjar kl. 19.30.