Kveik Ung

ABC átakið “Kveik Ung”, ið er partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga
heilsu, er eitt nýtt átak fyri ung millum 16-25 ár, ið bjóðar ungum møguleika
fyri at hugbinda seg í ABC boðskapunum um góða sálarliga heilsu, og
førleikamenna seg til at stuðla og eggja javnaldrum til at hugbinda seg í
sálarliga góðum virksemi. 



Í sambandi við nýggja átakið fáa vit vitjan úr Avstralia av stigtakaranum,
Darci Miller, ið saman við Fólkaheilsuráðnum stendur fyri verkstovunum í august
2019, ið verða tær fyrstu uttanfyri Avstralia.

Endamálið við átakinum er at:

·        
Økja um tilvitið um og eggja ungum til at
tilogna sær atferð, ið er góð fyri sálarligu heilsuna

·        
Økja um mótstøðuføri hjá ungum millum 16-25 ár

·        
Økja um tilvitið um at sálarlig heilsa eisini
fevnir um trivnað, avstigmatisering av sálarligum avbjóðingum og eggja til atferð,
har ein søkir sær hjálp









·        
Økja um luttøkuna í sálarliga heilsufremjandi
virksemi




Kveik Ung hevur tvær verkstovur



Ein verkstova er fyri ung millum
16-25 ár og er ein stuttlig verkstova, ið snýr seg um at læra tey ungu,
hvussu tey kunnu ansa eftir og betra um sína sálarligu heilsu og sálarligu heilsuna
hjá sínum vinum og øðrum javnaldrum.



Harafturat hava vit eina
verkstovu fyri t.d. lærarar, venjarar, ungdómsráðgevar, foreldur og onnur, ið
hava áhuga fyri at stuðla Ungdóms Kveikjarum og eggja øðrum ungum at gerast
meira virkin í sálarliga heilsufremjandi virksemi.



Tíð og stað fyri verkstovurnar



 “Kveik Ung – Ungdóms Kveikjari”: er fyri ung millum 16-25 ár og verður 14. august 2019 kl.16.00-18.00, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, 100 Tórshavn.



“Kveik Ung – Stuðla
ungum”: er fyri fólk, ið hava samband við ung og áhuga fyri at stuðla ungum
(lærarar, venjarar, ungdómsráðgevar, foreldur, politi o.s.fr.) og verður 15. august
2019 kl.16.00-18.00, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, 100 Tórshavn.



Tilmelding og fyrispurningar



Tað er ókeypis at luttaka á
verkstovunum. Hevur tú hug at melda teg til verkstovuna, skriva so til:
Monika@folkaheilsa.fo og upplýs: navn,
aldur, telefonnummar og verkstovuna tú vilt melda teg til
.



Hevur tú spurningar, ert tú
vælkomin at ringja til Moniku Mohr, verkætlanarleiðara fyri ABC fyri sálarliga
heilsu í Fólkaheilsuráðnum á tlf.: 515157.



Tilfar



Fyri meira kunning um átakið, sí tilfarið niðanfyri.