Lógargrundarlag
























§ 1. Fólkaheilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum
og hevur sum uppgávu at styrkjatiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og
vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- ogheilsuverkinum. Heruppií liggur á
ráðnum:



1) at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk,


2) at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk
við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið,


3) at taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar
sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini
meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi
tiltøkum,


4) at stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum.


5) at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi
tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.







§ 2. Í Fólkaheilsuráðnum sita 7 limir, tilnevndir av
landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn. Ein limur umboðar
undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið, 3 limir eru
heilsustarvsfólk, og ein limur umboðar løgregluna. Landsstýrismaðurin
velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna- og
heilsuviðurskifti. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann
millum limirnar í ráðnum.



§ 3. Landsstýrismaðurin kann seta aðrar sakkønar
nevndir til stuðuls í sambandi við uppgávur ráðsins. Limir í slíkum
nevndum kunnu veljast millum fólk og feløg, ið ikki eru limir í ráðnum.



§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir starvsskipan ráðsins eftir tilmæli frá ráðnum.



§ 5. Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá Fólkaheilsuráðnum og hjá møguligum øðrum sakkønum nevndum.

Stk 2. Landskassin rindar limunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum.



§ 6. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at ráðið fær neyðuga skrivarahjálp og avger, um sjálvstøðug skrivstova skal setast á stovn.



§ 7. Fólkaheilsuráðið almannakunnger minst annað hvørt ár frágreiðing um virksemi ráðsins.





























J.C. Svabosgøta 43

FO 100 Tórshavn

Tlf. nr. 30 47 00

Fax nr. 30 47 05

Teldupostur: fhr@folkaheilsa.fo












Tygum eru vælkomin at tekna hald av tíðindabrævi frá Fólkaheilsuráðnum





























  








Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.