Mál og avrik

 



Mál- og avrikssáttmáli 2014
fyri Fólkaheilsuráðið






Inngangur.



 



Megin vandatættirnir í heilsufremjandi arbeiðinum eru
teir somu hjá okkum sum í grannalondunum, og teir eru teir vælkendu: royking,
rúsevni, rørsla og kostur.  Fólkaheilsuráðið
fer í 2014 at arbeiða við øllum 4 vandatættum samstundis.



 



Sambært uppskoti til fíggjarætlan fær Fólkaheilsuráðið
2,6 mill. kr. at arbeiða við í 2014. Fólkaheilsuráðið ætlar at seta kr. 500.000
av til hvørt øki sær, og tað, sum eftir er av játtanini, til vanligan rakstur
og óvæntaðar spurningar í árinum. Við hesi ætlan vera umleið 250.000 kr. brúktar
til lønir hjá verkleiðara og so hevur viðkomandi kr. 250.000 at fremja ætlanina
við. Mælt verður til at vit seta eitt hálvtíðarfólk at taka sær av hvørjum av
hesum umráðum. Í lýsingini eftir fólki skulu vit samstundis sóknast eftir
uppskotum til átøk. Tey, sum verða sett, skulu so í ein ávísan mun implementera
sína egnu arbeiðsætlan.



 



 



Fokusøkini í 2014



 



Royking



Fólkaheilsuráðið hevur seinastu árini gjørt nógv átøk,
millum bæði vaksin og ung, fyri at minka um talið av roykjarum. Vit hava eisini
sæð eina spakuliga minking, men óvæntað tykist talið av vaksnum roykjarum nú at
kvinka uppeftir aftur - 27% siga seg roykja hvønn dag. Eisini millum børn og
ung er talið av roykjarum  sambært 9.
floks kanningunum í 2011 høgt – uml. 19 % roykja dagliga.  Hetta er alt ov høgt - ikki minst tá ið vit
samanbera okkum við grannalond. Her verður tørvur á munagóðun átøkum.



 



Rúsevni



Rúsdrekkanýtslan í miðal er hóvlig, samanborið við
grannalondini, men við tað, at ein rættiliga stórur partur av Føroya fólki er avhaldsfólk,
so eru tað helst onnur, sum drekka nógv – eru stórbrúkarar uttan tó at vera tað,
vit vanliga rópa alkoholikarar. Vit ætla at fara undir eitt átak at minka talið
av stórbrúkarum. Tá ið Sundhedsstyrelsen broytti tilmælið um, hvussu nógv er
ráðiligt at drekka, úr 21 og 14 alkoeindum um vikuna, fyri ávikavist menn og
kvinnur, til 14 og 7, mælti Fólkaheilsuráðið til, at føroyingar "drekka
sum minst". Hetta tí at vit ikki kenna lægsta mark fyri skaðilig árin av
alkoholi, tá um krabbamein ræður.



 



Rúsevnanýtslan í Føroyum er lítil í mun til
grannalondini. Grundin til tess er, at vit liggja so fjarskotin og
mynduleikaverjan (tollvald og politi) er so munagóð. Hinvegin er tað neyðugt
við støðugari upplýsing um narkotikavandan, serliga millum børn og ung. Eisini
eiga vit at fáa til vega eftirfarandi hagtøl um narkotikanýtslu millum ung. Sum
er hava vit bert úrslit frá 9. flokskannigunum, men tørvur er eisini á at kenna
støðuna hjá teimum, sum eru seinast í tannárunum.  



 



 



 



 



Rørlsa



Nógvir føroyingar síggjast nú renna úti, og tað fegnast
vit um. Hin vegin meta vit, at eitt rættiliga stórt tal av fólki í Føroyum -
bæði ung og tilkomin - eru púra likamliga óvirkin. Nýggj gransking bendir nú á,
at sjálvt bara eitt sindur av likamsvirkni ger stóran mun, heldur enn at sita
stillur altíð - sita við eitt skriviborð á arbeiðinum, koyra í bili og síðani
sita framman fyri sjónvarpinum heima. Fólkaheilsuráðið vil eggja fólki at gerast
eitt sindur likamsaktiv heldur enn at vera heilt passiv. Fokusøkið verður
tískil tey púra óvirknu.



 



Kostur



Nýggju kostráðini frá donskum myndugleikum, og sum
Fólkaheilsuráðið tekur undir við, hóska væl í Føroyum, tí mælt verður til at
eta  fjølbroytt, ikki ov nógv, at røra
seg, at avmarka tað feita kjøtið, at eta meira fisk og drekka vatn heldur enn
søtar drykkir. Fólkaheilsuráðið ætlar í 2014 at fáa føroyingar at taka hesi ráð
til sín.



 



Fólkaheilsuráðið ætlar  at fara undir at eggja føroyingum til at eta meira
fisk. Vit mugu gera leskiligar døgurðar burtur úr fiski og brúka sum minst av mettaðum
feitti aftur við. Fiskadøgurðin skal bæði vera fyri góma og eyga og hartil
lættur at gera hjá øllum. Og so skulu rávørurnar sjálvandi vera til at fáa
fatur á hjá øllum um landið. 



 



Mál og avrik í
árinum



 



Royking



 



Fokusøkini innan royking vera tvinni:



·        
at halda árgang 2000 roykfrían við serligum
átøkum millum børnini í hesum árgangi.



·        
at fáa talið av vaksnum roykjarum at minka til
20 % – mált sum talið av dagligum roykjarum



 



Hesi átøk eru í umbúna:



·        
Avtalað er gjørd við Jákup Veyhe um at spæla
serligan interaktivan leik í 5. flokki.



·        
Vit halda fram at stimbra serligum
ábyrgdarlærarum at halda árgang 2000 roykfrían



·        
SMS átakið til hjálp at leggja av heldur fram



·        
Hjálparfólk hjá kommunulæknum fáa serligt skeið
í at hjálpa fólki at leggja av



·        
Vit fara at seta fólk hálva tíð í eitt ár at
taka sær av roykiátøkum.



 



Rúsevni



 



Tvey meginfokusevni vera komandi ár:



·        
at tálma nýtsluna hjá stórkonsumentum av
rúsdrekka



·        
at kanna rúsevnastøðuna millum gamlar
tannáringar og samstundis kunna um vandarnar við narkotika av øllum slagi



 



Hesi átøk eru í umbúna:



·        
Vit ætla at gera upplýsingarátøk serliga rættað
ímóti stórnýtarum av rúsdrekka.  



·        
Luttaka í arbeiðinum at orða ein rúsdrekka- og
rúsevnispolitikk



·        
Endurtaka 9. floks kanningina millum 17 ára
gomul.



·        
Upplýsa um vandan við narkotika í skúlunum



·        
Seta fólk hálva tíð í eitt ár at taka sær av
rúsdrekka-og narkotika fokusøkinum.



 



Rørsla



 



Vit fara komandi ár at fáa tey heilt óvirknu at røra seg
eitt sindur. Tað er út frá tí sannroynd, at allur bati bøtir. Ein leyslig
meting sigur, at umleið helvtin av fólkinum eru heilt óvirkin – hetta eru bæði
ung, tilkomin og gomul. Allir tríggir meginbólkar mugu hava ymiska kunning og
stimbran.



·        
børn og ung, sum ikki ganga til nakra ítrótt, men
bert sita framman fyri teldu- ella sjónvarpsskýggja í frítíðini, mugu eggjast
at røra seg minst ein tíma um dagin, og tað er líkamikið hvussu. Málið er at
náa øll hesi við hollari kunning um heilsuágóðan av at røra seg á ungum árum.



·        
vaksna fólki skal kunnast um tað heilsugóða í at
røra seg eitt sindur heldur enn at vera heilt óvirkin. Vit skulu tí gera
ítøkikilig uppskot til rørslumøguleikar har fólk búgva, t.d. yvirlit yvir
møguleikarnar.



·        
tey gomlu hava ein serligan tørv á likamsvirkni
fyri ikki at vikna ov skjótt og gerðast røktarkrevjandi. Vit fara at stimbra
átøkum, sum kunnu aktivera tey gomlu.



·        
vit fara at seta fólk í hálvtíðarstarv í eitt ár
til hetta arbeiði



 



 



 



Kostur



 



Fólkaheilsuráðið fer komandi ár at fáa føroyingar at eta
meira fisk og minni mettað feitt. Málið er at nærkast gamla etingarmynstrinum
í Føroyum aftur, at fiskur var høvuðsmáltíðin gerandisdagar og kjøt var
sunnudagsdøgverðin.



Komandi ár fara vit undir hesi átøk:



·        
gera hóskandi kunning um kostráðini í føroyskum
búna



·        
gera uppskot til leskiligar, ódýrar
meginmáltíðir úr mati úr havinum, bæði soltnum og feitum. Avbjóðingin verður at
sleppa undan mettaða feittinum aftur við – also margarininum, smørinum, rómanum,
men heldur brúka plantufitievni, t.d. olivenolju.



·        
fáa  føroyingar
at eta meira grønmeti – eisini dygdargott fryst.



·        
fáa føroyingar at eta soltnu mjólkaúrdráttirnar.



·        
vit fara at seta fólk í hálvtíðarstarv í eitt ár
til hetta arbeiði