Matur fyrr og nú

Fólkaheilsuráðið
verður á Torginum í SMS 30. og 31. august 2013, hetta er í sambandi við árligu
Heilsudagarnar.



Fólkaheilsuráðið
raðfestir at leggja dent á kostrákið fyrr og nú, og við denti á umhvørvið, og
ovurnýtsluna serliga í vesturheiminum.



Hetta verður víst á tveimum
borðum á Torginum í SMS



Fyrr - borðið



Á ”Fyrr” borðinum er
støðið tikið í seinastu 30 árunum. Her kann nevnast, lightbyglgjan, feitt
forskrekkilsi og feittforvirringin. Umframt ídnaðarvørur, liðugrættir, matur,
ið er pakkaður inn í nógv plastikk, og sum heild matur, ið mettar lítið. Við
øðrum orðum: deyður matur!



Eisini er ein mynd
framvið síðuni á ”Fyrr” borðinum, ið vísir hvat ein týsk familja etur gjøgnum
eina viku.
 



Nú - borðið



Á ”Nú” borðinum
verður støðið tikið í feskari kostgransking, føroyskari og norrønari matmentan.
Mat, ið mettar, fullkorn, heilkorn, einfeldni og árstíðirnar.



Við øðrum orðum:
livandi matur!



Eisini verður dentur
lagdur á gerandisvørur, og at heilsugóður matur nýtist ikki at vera
kostnaðarmikil.



Á síðuni á ”Nú”
borðinum sæst ein mynd frá einari listaframsýning frá 2011, ið nevnist Hungry
Planet. Myndin vísir hvat ein familja frá Equador etur gjøgnum eina viku.