Nordisk rusmiddelkonference - August 2011

Fólkaheilsuráðið var vertur, tá Nordisk rusmiddelkonference var hildin í Føroyum 24. - 26. august 2011. 

Tey, ið tóku lut vóru serfrøðingar úr Norðanlondum, sum árliga hittast at tosa um rúsevnastøðuna í londunum. 

Serfrøðingarnar vóru frá heilsumyndugleikunum og fólkaheilsustovnum í ymsu londunum. 
Umboð fyri Bláakross, Heilbrigdið og Rúsdrekkasølu Landsins í Føroyum vóru boðin við á fundin.

24. august var rúsdrekka viðgjørt, 25. narkotika og 25. august rúsdrekkalýsingar.

Framløgur kunnu heintast á hesu síðu.