Nýggj gransking


Nýggj gransking: Virksemi og felagsskapur gevur betri sálarliga heilsu



Sannlíkindini fyri at hava góða sálarliga heilsu økjast, tess meira virkin
ein er, tess oftari ein hugbindur seg í virksemi og felagsskapum, og tess
oftari ein ger nakað fyri onnur. Sálarlig heilsa er nakað vit skapa í felag, og
tí er góð orsøk til at hugbinda seg í virknum felagsskapum.



Nýggj gransking frá eini kanning millum 3500
danir vísir, at fólk, ið gera eitthvørt virkið, meiningsfult og eru saman við
øðrum um hetta, hava upp til fýra ferðir hægri sannlíkindi fyri at hava eina góða
sálarliga heilsu. Tað vísa partvís úrslit frá spurnakanningini ”Danskernes
Trivsel” hjá Statens Institut for Folkesundhed, sum danska ætlanin ”ABC for
mental sundhed” stendur handan. Arbeitt verður við hesi ætlan bæði í Avstralia,
Danmark, Føroyum og Norra og er tað í Føroyum Fólkaheilsuráðið, ið hevur ábyrgd
fyri verkætlanini, ið í Føroyum eitur ABC fyri sálarliga heilsu.



Úrslitini í donsku kanningini vísa á, at tað
ber til at venja og styrkja sálarligu heilsuna, á sama hátt sum likamligu
heilsuna. Kanningin er deild upp í spurningar, ið snúgva seg um at gera nakað
virkið, nakað saman og nakað meiningsfult, sum vit í føroysku verkætlanini
nevna “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”.



Felagsskapur hevur alstóran týdning



Úrslitini vísa, at felagsskapur hevur stóran
týdning fyri sálarligu heilsuna. Um ein til dømis er partur av einum felagi,
bólki ella organisatión, og er virkin í hesum hvørja viku, so er 75% størri møguleiki
fyri, at ein hevur góða sálarliga heilsu, samanborið við, um ein ikki er partur
av einum felagi, bólki ella organisatión.



Hugbinding og hjálpsemi er vegurin fram



Eisini vísir kanningin at tað eru tvær til
tríggjar ferðir størri sannlíkindi fyri góðari sálarligari heilsu, um ein er
uppií onkrum, ið bjóðar einum av, arbeiðir fyri einum týdningarmiklum málið,
arbeiðir sum sjálvboðin ella hjálpir onkrum á annan hátt.



Um ein hjálpir øðrum eina ella tvær ferðir um
mánaðin, so er 40% størri møguleiki fyri, at ein hevur góða sálarliga heilsu
samanborið við, um ein ikki hjálpir øðrum. Um ein hjálpir øðrum minst einaferð
um vikuna, so er meira enn tvær ferðir so stór (90%) sannlíkindi fyri góðari
sálarligari heilsu. Hetta merkir ikki, at neyðugt er at gera ov nógv burturúr,
við at regluliga gera reint fyri onnur ella hjálpa vinunum at umvæla húsini
hvørt vikuskifti. Hjálpsemi í tí smáa, so sum at práta við ein í familjuni, ið
hevur tørv á tí, ella fara eftir postinum fyri ein eldri granna, hevur eisini
týdning. Vit kunnu hjálpa øðrum á alskyns mátar. ABC fyri sálarliga heilsu –
bæði í Føroyum og Danmark, arbeiðir fyri at skapa røttu karmar og bestu treytir
fyri at halda fólk sálarliga væl fyri, og her er ein týðandi táttur altso at
hjálpa øðrum.



Úrslitini hava ein jaligan boðskap



Úrslitini frá ymiskum kanningum innan
sálarliga heilsu hava ofta ein neiligan boðskap, ið vísir á hvat vit ikki skulu
gera og hvat vit skulu fara uttanum. Í hesi kanning er boðskapurin heldur
øðrvísi:



“Tað er deiligt at kunna almannakunngera
úrslitini av eini kanning, sum enduliga  hevur ein so jaligan boðskap: Vegurin til
sálarliga heilsu verður slóðaður við at gera tað, sum fyri tann einstaka gevur
gleði og innihald í lívinum, og við at vera nakað fyri hvør annan. Jaligir
felagsskapir og virksemi økir í týðiligan mun okkara sálarligu heilsu og minkar
samstundis um vandan fyri sosialari avbyrging og einsemi – og so eru góð sosial
netverk verjandi móti strongd, angist og tunglyndi” sigur ein av
samstarvsfeløgunum hjá Fólkaheilsuráðnum, Vibeke Koushede, ið er granskari og
serfrøðingur innan sálarliga heilsufremjan hjá Statens Institut for
Folkesundhed, og verkætlanarleiðari fyri ABC fyri sálarliga heilsu í Danmark.
 



Í Føroyum hava vit arbeitt við verkætlanini
ABC fyri sálarliga heilsu í skjótt eitt ár. Meira vitan um føroysku
verkætlanina fæst her:
http://www.folkaheilsa.fo//abc+fyri+salarligari+heilsu.html



Kelda: www.abcmentalsundhed.dk