Nýggjur faldari við ítøkiligum loysnum til ta góðu móttøkuna í felagsskapum

Á einum ABC
samstarvsfundi seint í fjør, legði Fólkaheilsuráðið ein danskan faldara fram
fyri samstarvsfeløgunum í verkætlan okkara ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta var
við ynski um at gera ein tílíkan faldara á føroyskum, ið skuldi verða knýttur
at føroyskum viðurskiftum.  Faldarin
snúði seg um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í ymiskum felagsskapum.



Samstarvsfelagarnir
í Føroyum vístu hesum hugskoti stóran ans, og Ítróttarsamband Føroya og
skótarnir tóku beinanvegin stig til at gera ein tílíkan faldara í Føroyum.
Hetta hevur ført við sær, at Ítróttarsamband Føroya saman við Føroya Ungdómsráð
hevur arbeitt miðvíst við eini føroyskari útgávu av hesum faldara fyri at
leggja dent á trivnaðin í felagsskapum. Bæði ÍSF og FUR vara av nógvum
sjálvbodnum frítíðarvirksemi, og tí gleðast vit um at tey við síni vitan og
royndum innan økið og vit við okkara vitan úr ABC fyri sálarliga heilsu, kunnu
senda hetta nýggja ítøkiliga amboðið beinleiðis til ymiskar felagsskapir í
Føroyum.



Tryggja góða
móttøku


Vit ynskja øll at hava kensluna: ”Her havi eg hug at koma aftur”, tá ið vit eru
byrjaði í einum nýggjum felagsskapi. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja
faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt, í samstarvi við ABC fyri sálarliga
heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein
tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.



Dømi frá
felagsskapum


Í faldaranum, sum ber heitið ”TAK VÆL ÍMÓTI” eru 4 dømi frá felagsskapum innan
sjálvboðið frítíðarvirksemi í Føroyum. Harafturat eru punkt undir hvørjum dømi
við gerðum og loysnum. Eisini eru spurningar, sum mælt verður til, at
felagsskapir taka upp og arbeiða við í felag, fyri at tryggja ta góðu
móttøkuna.



Smáar gerðir
gera stóran mun


Vit skulu leggja okkum í geyma, at ofta eru tað tær smáu einføldu gerðirnar,
sum kunnu gera stóran mun. Faldarin vendir sær til limir, íðkarar og leiðarar í felagsskapum og til
nevndarlimir, foreldur, venjarar, undirvísarar og hjálparfólk – t.e. øll tey,
sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapinum.

Faldarin kann skapa enn betur grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og
fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava tørv
á fyri, at kunna trívast og mennast.





Vit vóna, at hesin faldarin verður viðvirkandi til at økja tilvitanina úti í
felagsskapunum og geva ítøkiligar loysnir til ta góðu móttøkuna.



Hesin faldarin
kann brúkast sum eitt amboð til at arbeiða við ABC boðskapunum, og sostatt skapa
góða sálarliga heilsu millum fólk í ymisku feløgunum og felagsskapunum í
Føroyum.



Faldarin fæst við
at venda sær til Ítróttasamband Føroya ella Føroya Ungdómsráð.



Eisini kann
faldarin heintast á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum, ÍSF og FUR við hesi leinkju: 
https://bit.ly/2VKAEat