Nýtt amboð til børn og ung

Í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu hevur Fólkaheilsuráðið
ment nýtt tilfar, ið skal virka sum amboð til at tosa um sálarliga heilsu
millum bæði børn, ung og vaksin.



Amboðið, ið talan er um, er ein sokallað ABC “krabbagágga”. Tey flestu
kenna krabbagágguna frá tí, at tey vóru børn: 
Tú leggur eitt pappír saman á ein serligan hátt, teknar og skrivar í
krabbagágguna, og so virkar hon sum eitt spæl, ið tú kanst spæla við onnur við.
Munurin á eini vanligari krabbagággu og eini ABC krabbagággu er, at hon
inniheldur nakrar spurningar, ið eru knýttir at góðari sálarligari heilsu,
uttan at orðið “sálarlig heilsa” verður nevnt.



Eitt vælumtókt
amboð



Fólkaheilsuráðið hevur í hálvtannað ár havt eina ABC krabbagággu, ið hevur
verið til ung og vaksin. Henda krabbagágga hevur verið sera væl móttikin og
nógv brúkt í ymiskum samanhangum sum til eitt nú tiltøk, í skúlum og til fundir.
Tilsamans eru eini 5000 eintøk brúkt kring landið. Í longri tíð hevur tó verið
eftirspurningur eftir eini krabbagággu, sum í størri mun er tillagað til børn
og ung upp til umleið 13 ára aldur.



Vit eru fegin um at avdúka, at nýggja ABC krabbagággan til børn og ung nú
er almenn. Møguligt er at fáa hendur á henni við at venda sær til
Fólkaheilsuráðið ella taka hana niður á heimasíðu okkara.



Tað serliga við hesi nýggju krabbagágguni er, at tað bæði er møguligt at
lita nakrar myndir, brúka spurningarnar í krabbagágguni, og at tekna ella
skriva svarið uppá spurningin í krabbagágguna. Krabbagággan ger tað tí enn
lættari at vera virkin, saman og hugbundin í spælinum, sum er endamálið við ABC
fyri sálarliga heilsu.



Krabbagággan til børn og ung er meira litføgur og spurningarnir eru tillagaðir
til yngra aldursbólkin. Nýggja ABC krabbagággan er gjørd í samstarvi við
fakfólk, ið hava samband við børn og ung, og við at royna nakrar av
spurningunum við børnum í ymiskum aldri.



Krabbagággan
gevur nógvar møguleikar



Krabbagággan er eitt amboð, ið kann brúkast á ymiskan hátt og sum tískil
gevur nógvar møguleikar.



Krabbagággan er eitt serliga hent amboð, tá tú skalt tosa um góða sálarliga
heilsu. Spurningarnir í krabbagágguni kunnu fáa teg at hugsa um títt egna lív,
og hvat tú gert fyri at hava eina góða sálarliga heilsu. Fyri størri børn og
ung er hetta eisini eitt amboð, ið t.d. kann brúkast til at taka stig til at
spyrja síni foreldur ella systkin um nakað, tey kanska vanliga ikki tosa so
nógv um, og royna eitt nýtt spæl saman sum familja. Í barnagørðum, skúlum, í
frítíðarvirksemi og til t.d. føðingardagar kann krabbagággan eisini brúkast sum
eitt amboð til at læra hvønn annan betur at kenna og til samansjóðing. Um
børnini ikki duga at lesa, er hetta eingin forðing fyri at spæla við
krabbagágguni. Ein vaksin kann lesa spurningarnar upp, og barnið kann tekna
svarið í krabbagágguna, um tað hevur hug til tað.



Krabbagággan
fæst her



Tú kanst heinta krabbagágguna á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum her
ella venda tær til Fólkaheilsuráðið og fáa prentaði eintøk.