Nýtt átak fyri ung millum 16-25 ár

Í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, er Fólkaheilsuráðið
í ferð við eitt nýtt átak, ið serliga er ætlað ungum. ABC átakið eitur “Kveik
Ung” og byggir á tvær verkstovur. Ein er fyri ung millum 16-25 ár og ein er
fyri fólk, ið hava samband við ella arbeiða við ungum í hesum aldri.
 



Á verkstovuni “Kveik Ung – Ungdóms Kveikjari” fáa ung millum 16-25 ár
møguleika fyri at gerast ein Ungdóms Kveikjari. Hetta er ein stuttlig
verkstova, ið snýr seg um at læra tey ungu, hvussu tey kunnu ansa eftir og
betra um sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum, sínum vinum og javnaldrum.



Á verkstovuni “Kveik Ung – stuðla ungum” kunnu fólk, ið hava samband við
ella arbeiða við ungum, sum eitt nú lærarar, venjarar, ungdómsráðgevar,
foreldur og onnur, førleikamenna seg til at stuðla Ungdóms Kveikjarum og eggja
øðrum ungum at gerast meira virkin í sálarliga heilsufremjandi virksemi.



Fólkaheilsuráðið fær serstaka vitjan úr Avstralia av stigtakaranum til
átakið, Darci Miller, ið fer at standa fyri verkstovunum. Hetta verða fyrstu
verkstovurnar uttanfyri Avstralia.




Hví eitt serligt
átak fyri ung?



Á sama hátt sum í norðurlondum og í Avstralia, so eru ábendingar í Føroyum
um, at talið økist á ungum, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar
trupulleikar. Fjórði hvør í aldrinum 18-29 ár sigur seg hava ringa sálarliga
heilsustøðu, sambært kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Tó er ikki neyðugt bert at hyggja
svartskygt uppá støðuna, tí tað er ymiskt ung og onnur kunnu gera, fyri at
uppbyggja mótstøðuføri, skapa góða sálarliga heilsu og verja okkum móti
sálarligum trupulleikum. Tí tekur átakið Kveik Ung støði í boðskapunum í ABC
fyri sálarliga heilsu fyri at geva ungum evnini til at hjálpa sínum javnaldrum
at gerast virkin í sálarliga heilsufremjandi virksemi.



 “Vit vita at ung hava lyndi til at
venda sær til vinir fyri at fáa stuðul, tá ymiskt ikki gongur so gott, og er
hetta orsøkin til, at tað hevur týdning at vit læra ung at stuðla hvørjum øðrum
og eggja hvørjum øðrum til at gera ymiskt, ið er gott fyri sálarligu heilsuna”
sigur Darci Miller. 



“Endamálið við átakinum ‘Kveik ung’ er at ung, ið velja at gerast Ungdóms
Kveikjari verða ein kelda í nærumhvørvinum, ið hava kunning um, hvussu
javnaldrar kunnu vera uppií virksemi, ið vit vita er gott fyri sálarligu
heilsuna sum t.d. ítrótti, list og sjálvbodnum arbeiði” sigur Miller.



Vit vilja mæla ungum og lærarum og øðrum, sum hava samband við ung ella hava
áhuga fyri ungum til at melda til luttøku á verkstovunum.  




Verkstovurnar



 “Kveik Ung – Ungdóms Kveikjari”: er fyri ung millum 16-25
ár og verður 14. august 2019 kl.16.00-18.00, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15,
100 Tórshavn.



“Kveik Ung – Stuðla ungum”: er fyri fólk, ið hava samband
við ung og áhuga fyri at stuðla ungum og verður 15. august 2019 kl.16.00-18.00,
Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, 100 Tórshavn.




Tilmelding og
fyrispurningar



Tað er ókeypis at luttaka á verkstovunum. Hevur tú hug at melda teg til
verkstovuna, skriva so til:
Monika@folkaheilsa.fo og upplýs:
navn, aldur, telefonnummar og verkstovuna tú vilt melda teg til
.



Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Moniku Mohr,
verkætlanarleiðara fyri ABC fyri sálarliga heilsu í Fólkaheilsuráðnum á tlf.:
515157 ella Monika@folkaheilsa.fo.



Fyri meira kunning um átakið og verkstovurnar, les
her:
http://folkaheilsa.fo//kveik+ung.html