Psykiatriski depilin blivin partur av ABC fyri sálarliga heilsu

Fólkaheilsuráðið samstarvar við fleiri ymisk feløg, stovnar og kommunur í
Føroyum í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Nýggjasti
samstarvsfelagin, ið hevur ynskt at gerast partur av ABC samstarvinum, er
Psykiatriski depilin.



ABC samstarvið
hevur týdning frá vøggu til grøv



Vit kunnu øll í hvør sínum lag gera nakað gott fyri sálarligu heilsuna við
at fylgja ABC boðskapinum um at vera virkin, partur av einum felagsskapi og
hugbinda okkum í meiningsfullum virksemi. Ábyrgdin liggur tó ikki bert hjá tí
einstaka, tí samfelagið kann vera við til at skapa betri karmar fyri, at vit í
Føroyum kunnu betra um okkara sálarligu heilsu uppá ymiskar mátar. Tí hevur
okkara samstarv við ymiskar stovnar, kommunur og feløg ómetaliga stóran
týdning, tá tað snýr seg um at betra um sálarligu heilsuna og trivnaðin í
Føroyum, sigur Fólkaheilsuráðið. Hesum tekur Psykiatriski depilin undir við:



“Sálarlig heilsufremjan meta vit á psykiatriska deplinum eigur at fáa høga
raðfesting, bæði samfelagsliga, fakliga og persónliga. At vit røkja okkara
sálarligu heilsu á jøvnum fóti við okkara likamligu heilsu, hevur stóran týdning
fyri hvussu vit hava tað. Vit ynskja at viðvirka, til at hin einstaki gerst
tilvitaður um sína sálarligu heilsu, umframt týdningin av hvussu vit sum
samfelag, fakliga og persónliga røkja hesa frá vøggu til grøv” sigur
Psykiatriski depilin.



Barna- og ungdómspsykiatriska toymið hevur verið partur av ABC verkætlanini
nú í nakrar mánaðir, og tí fegnast Fólkaheilsuráðið um, at allur Psykiatriski
depilin nú eisini ynskir at arbeiða sálarliga heilsufremjandi við ABC fyri
sálarligari heilsu. “At partar av heilsuverkinum nú eru við í ABC samstarvinum
er í tráð við heildarætlanina um sálarliga heilsufremjan og vísur, hvussu vítt
fevnandi ABC-verkætlanin nú er vorðin” sigur Magni Mohr, formaður í
Fólkaheilsuráðnum.



“Sjónarhornið hjá Heilsuverkinum er í stóran mun, viðgerð og fyribyrging. Hetta
hevur týdning, men vit á Psykiatriska deplinum ynskja at hugtakið heilsufremjan
kemur alsamt meir á breddan. Her er tørvur á einum  paradigmu skifti, og
ynskja vit á deplinum at ganga á odda, við at gerast partur av hesum ABC –
samstarvinum í mun til sálarliga heilsufremjan” sigur Psykiatriski depilin.



Hittust fyri
níggjundi ferð



Ein týdningarmikil liður í at vera samstarvsfelagi í
ABC fyri sálarliga heilsu, er at samstarvsfelagar møtast nakrar ferðir um árið.
Herfyri savnaðust eini 26 fólk frá ymiskum feløgum, stovnum og kommunum á níggjunda
ABC samstarvsfundi. Umframt at økja um vitan og íblástur innan økið,  eggja fundirnir eisini til nýggj samstørv
millum samstarvsfelagarnar um sálarliga heilsufremjandi átøk. Tí gleðast vit um
at fundurin hesaferð førdi til nýggj átøk og samstørv millum feløg og kommunur.
Hesi kann almenningurin hoyra meira um í oktober, tá ein sokallað ABC vika
verður frá 7.-13. oktober.