Rørslufagnaður 2019

Eitt tiltak, sum hevur manglað

Aftur í ár var vælumtókti Rørslufagnaðurin, sum Fólkaheilsuráðið saman við
Tórshavnar kommunu skipaðu fyri. Hesaferð var tiltakið í Gundadali har umleið
2.500 fólk vóru samlaði fyri at vera virkin saman við øðrum. Fjøldin var fjølbroytt
– børn, ung og eldri – sum tóku væl undir við boðskapinum um at røra seg saman
við øðrum uppá ein meiningsfullan máta.





Bárður Persson bjóðaði vælkomin, Annika Olsen, borgarstjóri og Jón Klein
Olsen, ráðslimur í Fólkaheilsuráðnum hildu røðu áðrenn Jensina Olsen hitaði upp
við sínum lætta og stuttliga undirhaldi og hevði gjørt ein ABC sang, sum
fjøldin tók væl undir við. Egga (Jógvan) Jensen var kosin til ársins ABC
fyrimynd og áðrenn farið var avstað oman til Sjónleikarahúsið klipti hann startbandið
og síðani fór fagnaðargongan avstað. Tríggir dansarar í ABC litunum - lilla,
grønt, blátt - settu dám á túrin saman við einum DJ, sum syrgdi fyri tí góða
glaða tónleikinum. Nógvir luttakarar nýttu høvið at lata seg í okkurt litfagurt
og stuttligt, millum annað vóru Karius og Baktus við.
 

Túrurin endaði uppi á Ovara vølli, har ein rúgva av virksemi var á skránni millum
annað ymisk bóltspøl, posarenning, togtogan, boccia, møguleiki var eisini fyri
at hoppa band, ganga á línu, spæla kross og bolla ella gera fimleik. Stórur
áhugi var fyri at telva simultan talv ímóti ársins telvara, Luitjin Apol.
Børnunum dámdu væl at spæla við nýggju ABC krabbagágguna fyri børn.





Væl nøgdir luttakarar 

Nakrir luttakarar søgdu soleiðis:





·        
Eitt gott tiltak, eg komi púra einsamøll bara
fyri at merkja atmosferuna.



·        
Hetta er eitt tiltak, sum hevur manglað.



·        
Eitt tiltak, har næmingar sleppa at folda
seg út uppá ein annan máta, enn tey gera í skúlanum.



·        
Super gott, ordiliga stuttligt, nógv man
kann gera.

 

Hoyrt á túrinum:     Hann:
Hví gongur tú so skjótt í dag?



Hin: Tíiiiíííííí...tað er
RØRSLUdagur!!



Hann: Hetta er so stuttligt!



Hin: Ja, tað skuldi vart
allan dagin!
 

Vit vóna, at øll hava fingið nakað gott burturúr og kunnu taka undur við,
at tað er gott at røra seg; at gera tað saman við øðrum er enn betri og at gera
tað á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, er ein sonn frøi.
 

Mett verður, at hetta er eitt av størstu og væl vitjaðu tiltøkunum hjá
Fólkaheilsuráðnum.





Fólkaheilsuráðið og Tórshavnar kommuna takka fyri góðan stuðul frá Føroya
Keypssamtøku, Aurora Waters, Poul Michelsen og Ocean Rainforest, sum gjørdu tað
møguligt at bjóða frukt, grønmeti, kaffi og te, vatn og tara til luttakararnar.
 



Eitt ABC tiltak





Rørslufagnaðurin er ein liður í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ið
er ein verkætlan, sum leggur dent á at styrkja sálarligu heilsuna hjá
føroyingum við at vera virkin á ymiskan hátt, vera partur av einum felagsskapi
og luttaka í virksemi, sum gevur meining fyri ein. Sigast kann, at boðskapurin
var í hásæti til tiltakið í dag.