Rørslufagnaður í Havn 24. mai

Aftur í ár skipa
Fólkaheilsuráðið og Tórshavnar Kommuna fyri væl umtókta ABC tiltakinum Rørslufagnaður,
ið er gjørt í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Hesaferð verður
Rørslufagnaður hildin á Ovara vølli í Gundadali. Í fjør vóru umleið 3000 fólk og
vit vóna at enn fleiri koma hesaferð.



Vit vilja síggja so nógv
ymisk fólk røra seg saman sum møguligt. Øll hava brúk fyri at røra seg og vera
saman við øðrum, og ongantíð betri um hetta kann gerast saman við øðrum uppá
ein stuttligan, hugnaligan og meiningsfullan máta. Rørslufagnaðurin er eitt ABC
tiltak, ið leggur dent á boðskapirnar: ver virkin, ver saman og ver hugbundin.
Hetta eru boðskapir, ið vísa á, hvat hevur góða ávirkan á bæði sálarligu og
kropsligu heilsuna. So latið okkum vera virkin, saman og hugbundin. Tað er jú
saman við øðrum vit mennast og fáa góðar upplivingar!    



Rørslufagnaðurin verður fríggjadagin 24. mai kl.10.00 við parkeringsplássið við Badmintonhøllina og eggja verður til at møta
stundisliga. Umboð fyri Fólkaheilsuráðið og Annika Olsen
borgarstjóri halda røður.



Aftaná røðurnar verður
ein stuttlig upphiting við einum stuttligum kendum persóni og eftir hetta fer fagnaðargongan
við lívgandi tónleiki og øllum teim luttakandi avstað. Hesaferð gongur túrurin frá
parkeringsplássinum við Badmintonhøllina og oman til Sjónleikarhúsið og
niðanaftur. Um tú ikki megnar allan túrin, kanst tú altíð venda við. Tað snýr
seg mest um at luttaka.
Vit vilja heita á fólk um at taka onkran við, sum tit halda
høvdu fingið gleði av at luttikið á Rørslufagnaðinum.
Tú er hjartaliga vælkomin við høkjum, koyristóli, stavi, barnavogni o.s.fr..
Ert tú ein teirra, ið vil vera við til at seta ljóð og litir yvir fjøldina,
kanst tú lata teg í okkurt litfagurt og taka okkurt slagverk ella ljóðføri við.



Aftaná gongutúrin verður
skipað fyri ymiskum spølum og áhugaverdum virksemi fyri øll á økinum við Ovara vøll
í Gundadali. Eitt nú verður møguligt at royna: uttandura fimleik, sansibana,
talv, skjóta í mál, ganga á línu, bóltspøl og gera krabbagággur. Dentur er
lagdur á, at hetta eru spøl og virksemi, ið øll kunnu vera við í. Dentur er
somuleiðis lagdur á, at hesir aktivitetir eru undirhaldandi, eins væl og teir
eru rørslumennandi.     



Frukt og annað gott afturvið

Afturvið hesum virksemi, ber til at fáa sær okkurt leskiligt. Hesum stuðla FK,
Poul Michelsen og Aurora Waters og Ocean Rainforest. Saman bjóða tey frukt, grønmeti,
tara, kaffi, te og leskiligt vatn úr Lopra.



Eitt grønt tiltak 

Sett verður sum mál at hava so lítið av burturkasti sum møguligt. Tað er í
hesum anda, at vit fara at heita á tey luttakandi at taka sín egna kopp, krúss,
dunk ella kanska okkurt heilt triðja við.



Fólkaheilsuráðið og
Tórshavnar kommuna vilja fegin síggja teg til hetta tiltakið og ongantíð betri
um tú ert líka sum øll onnur, nevniliga øðrvísi
J