Rúsevnismisnýtsla og sálarligar avbjóðingar

Tekstur: Hanus Samró



Tað eru ymiskar
orsøkir til, hví ung taka rúsevnir. Maria gjørdi tað, tí rúsurin doyvdi
sorgina. Ólavur, ið er dulnavnið, gjørdi tað av øðrum orsøkum. Í Føroyum hava
vit Fólkaheilsuráðið, ið hevur til endamáls at:
styrkja tiltøk fyri heilsufremjing,
sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. 
Í samband við spurnarkanningina og temaið um rúsevnir spurdu vit
Magna Mohr, stjóra í fólkaheilsuráðnum, hvat ítøkiliga stovnurin ger við
rúsevnisproblematikkin.





Kunning



Magni Mohr vísir á, at tey royna at kunna ungdómin um neiligu árinini av
rúsevnum við lýsingum, men tað er ivasamt, um tað hevur nóg góða effekt á tey,
ið taka rúsevnir regluliga. Magni Mohr metir hinvegin, at spurningurin um
rúsevnismisnýtslu er samansettur.





Í hesum sambandi nevndi stjórin á fólkaheilsuráðnum heilsufremjandi
verkætlanina, ”Sunn Sinn”, ið varpar ljós á sálarligu heilsuna hjá fólki. Eftir
ætlan fer verkætlanin ”ABC” av bakkastokki, ið somuleiðis varpar ljós á
sálarligu heilsuna.






Rúsevnir millum ung



Sjálvt um rúsevnisnýtsla er samansett av ymiskum viðurskiftum, er
trupulleikin sambært Magna Mohr í Føroyum ikki eins stórur og í grannalondunum.








30% av miðnámsskúlunum hava
roynt rúsevnir



Sambært kanningini hjá Ó hava 30% av miðnámsskúlanæmingunum, ið svaraðu
spurnarkanningini, roynt rúsevnir. Hvat heldur Magni Mohr um tølini?








Styrkja sosialu og sálarligu
støðuna



Hóast hagtølini vanta, arbeiðir fólkaheilsuráðið við nýggjum átaki, ið
kallast ABC. Magni Mohr er sannførdur um, at rúsevnisnýtsla er knýtt at
sosialum og sálarligum avbjóðingum. Tí setur fólkaheilsuráðið sjóneykuna á tað.
Endamálið er at styrkja um sosialu og sálarligu heilsuna. 
Konseptið er avstralskt.








Sambært Magna Mohr, stjóra í fólkaheilsuráðnum, fevnir verkætlanin um allar
Føroyar. Endamálið er at kunna um, hvussu einstaklingurin, bólkar, feløg,
kommunur, skúlar og arbeiðspláss kunnu menna sálarligu heilsuna. Tað verður
gjørt við at royna at fáa fólk at vera virkin persónliga og í sosialum
samanhangum. At vera hugbundin. Nýggja konseptið, ið fólkaheilsuráðið arbeiðir
eftir, er avstralskt. Fólkaheilsuráðið samstarvar við stovnum úr Avstralia og
Danmark. ABC verkætlanin fyri sálarliga heilsu í Føroyum verður sett í verk
eftir summarferiuna.


Kelda: Greinin er frá Ó-blaðnum nr. 3.