Seksualundirvísing inn á miðnám nú!

Seksualundirvísing skal inn á miðnámsskúlarnar var greiða niðurstøðan í
gjárkvøldið, tá ið Marin í Dali, lækni, legði sína ritgerð “Vitan um seksualitet
millum ung í Føroyum” fram.
Ein av orsøkunum til hetta er, at miðalaldurin fyri, nær ung fyrstu ferð
hava sex er um 16 ára aldur, men í løtuni hava ung ikki atgongd til vitan ella
vegleiðing
frá skúla ella heilsufrøðingi eftir 9. flokk. Kanningin hjá
Marini vísir, at ung á miðnámi eftirspyrja hetta.


Hennara kanning vísir, at:





Marin í Dali segði, at kanningar
vísa, at
praktisk undirvísing er betri enn
teoretisk undirvísing.
Praktisk undirvísing, har næmingar brúka tíð uppá t.d. at tekna sín egna
kropp og brúka tíð uppá at gera kappingar, har tey skulu vísa á eyðkenni við
ymsum kynssjúkum
,
hetta í staðin fyri bara at lesa úr bókum og hyggja eftir myndum í bókum.





Góð seksualundirvísing hevur jaliga ávirkan á seksualvanar hjá teimum ungu.
Tey fáa betri vitan um, hvussu man fyribyrgir kynssjúkum, fyribyrgir at gerast
við barn, eins og tey eru eldri, tá tey fyrstu ferð hava sex.



Greiða niðurstøðan í fullsettu Perluni í gjárkvøldið var, at:





Áheitanin á myndugleikarnar á skúlaøkinum er, at seksualundirvísingin má
endurskoðast.





Vegna
fyriskipararnar



Apotekið,
Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!