Sex krevur samtykki!

Undir heitinum “Sex krevur samtykki”
fer eitt nýtt upplýsingarátak í gongd hesa vikuna.



Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya
Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa
fyri átakinum.



SAMTYKKI - tað ljóðar gott og rætt, og nú kenna flest ung orðið. Men hvussu
gevi eg mítt samtykki, og hvussu taki eg tað aftur? Hetta er afturvendandi
spurningar, sum vit ofta hoyra.



Átakið hjá samstarvinum um SAMTYKKI gevur nøkur boð uppá orð og setningar,
sum ung kunnu brúka, tá tey geva samtykki, og taka samtykki aftur. Endamálið
við ársins plakat er at seta nakrar tankar ígongd, og geva ungum eina kenslu
av, at tað er kul at tosa um síni egnu mørk og at mann hevur hug til sex. At
tora at siga, hvat einum dámar, og at siga frá, um ein knappliga ikki hevur hug
meira. Tí samtykki er meira enn eitt ja ella eitt nei.



Sex skjót um samtykki:



1. Samtykki kann
bara gevast. Ikki takast!



2. Samtykki kann
tó altíð takast aftur!



3. Samtykki
krevur vit!



4. Samtykki
krevur hug!



5. Samtykki er
ítøkiligt. Tað merkir, at JA til A merkir ikki JA til B, og eitt JA nú merkir
ikki JA    um eina løtu.



6. Sex krevur
samtykki!



 



Samtykki samstarvið er komið fyri at
vera. Fyrsta átakið var “Sex krevur
samtykki”
, næsta átakið “Mynd krevur samtykki”, triðja átakið “Steðga
haturstalu” og nú kemur átakið “Sex krevur samtykki” aftur, nú við dømum um, hvussu
vit kunnu eggja, hvørjum øðrum at tosa um, hvat vit hava hug til og hvat vit
ikki hava hug til.



 



Endamálið við átøkunum er at varpa
ljós á, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí
einstaka.



 



Á Facebook síðuni “Samtykki” og
øðrum talgildum miðlum verður mynd at síggja. Vit heita á fólk um at deila,
umframt at tora at taka prátið bæði foreldur, børn og ung sínámillum.



 



Átakið er skipað soleiðis, at stórar
plakatir verða hongdar upp kring landið, eins og gjørt hevur verið undanfarnu
árini. Til ber at hitta umboð fyri “Samtykki Samstarvið” og práta meira um evnið.



Harumframt
heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.



 



 



Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi,
Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið