Sita minni, spæla meir

Nýggj tilráðing um rørslu, likamligt óvirkni
og svøvn frá WHO


Nýggju tilmælini fyri likamligari rørslu, likamligum óvirkni og svøvni hjá
børnum undir 5 ár eru komin frá WHO.



Hugt hevur verið eftir ávirkanini hjá smáum børnum, sum fáa ov lítlan svøvn
og røra seg ov lítið, ella sita ov leingi still í einum stóli ella barnavogni.
Fyrimunirnir við øktari rørslu vórðu eisini kannaðir.



Rørsla og minni tíð, har børnini sita still, umframt góður svøvnur hjá
børnunum hava góða ávirkan á teirra likamligu heilsu, sálarligu heilsu og
vælveru og fyribyrgir fiti í barndóminum og fylgisjúkum seinni í lívinum, sigur
Dr. Fiona Bull verkætlanarleiðari fyri eftirliti og fyribyrging av
lívsstílssjúkum.



Árliga doyggja 5 milliónir fólk, tí tilmælini um
likamligan virknað ikki verða fylgd. Í dag eru tað meira enn 23% av teimum
vaksnu og 80% av teimum ungu, sum røra seg ov lítið. Um byrjað verður við góðum
vanum við rørslu og góðum svøvni tíðliga í lívinum, hevur tað jaliga ávirkan
ígjøgnum barndómin, ungdómsárini og í vaksna lívinum.
 

“Tað, sum vit mugu gera, er at fáa børnini at
spæla”, sigur dr. Juana Willumsen, “Tað snýr seg um at fara frá at sita still,
til at fara at spæla kropsliga virkin spøl, samstundis sum vit skulu fáa nokk
av svøvni.”





Mynstri fyri samlaða rørslu er lykilin: skifta
tíðina, har sitið verður frammanfyri ein skíggja við meira kropsliga virkin
spøl, samstundis sum smá børn fáa nokk av góðum svøvni. Tíðin har vit sita still
skal brúkast uppá samskifti við ein annan persón uttan skíggja, t.d. at lesa,
fortelja søgu, syngja og leggja puslispøl. Alt hetta er sera umráðandi fyri
menningina hjá børnum.

Týdningarmikla sambandið millum likamliga rørslu,
likamligt óvirkni og nóg góðan svøvn og ávirkanin á likamligu og sálarligu
heilsuna og vælveruna, hevur Kommisiónin viðurkent sum ein máta at basa fiti
hjá børnum. Hetta krevur leiðbeining fyri likamliga rørslu, likamligt óvirkni
og nóg góðan svøvn.

Um tilmælini verða fylgd fyrstu 5 árini av lívinum
hjá einum barni, fer tað at betra um menningina hjá børnunum motoriskt og
kognitivt og geva teimum eina betri heilsu.
























Tilmælini frá WHO



Aldur



Tilmæli



0-1 ár



Likamlig rørsla fleiri ferðir um dagin,
minst ein hálvan tíma á búkinum, um barnið ikki sjálvt rullar frá rygg til
búk.


 


Skal ikki vera íbundið í meira enn ein
tíma í senn. Tíð við skíggja verður ikki viðmælt.


 


Skulu helst sova 14-17 tímar um døgnið teir
fyrstu 3 mánaðirnar, frá 3 mánaðum 12-16 tímar um døgnið


 



1-2 ár



Minst tríggjar tímar likamlig rørsla hvønn
dag, jú meira jú betri.


 


Skulu helst ikki vera íbundin meira enn
ein tíma í senn. Tíð framman fyri skíggja verður ikki viðmælt. Eftir tvey
ára aldur skal tíð við skíggja helst avmarkast til ein tíma um dagin. Tess
minni jú betri.


 


Skulu helst sova 11-14 tímar um døgnið, har
tey verð løgd føst tíðspunkt.



3-4 ár



Minst tríggjar tímar við likamligari rørslu
hvønn dag. Jú meira tess betri. Minst 1 tími skal vera við miðal til hørðum
intensiteti.


 


Skulu helst ikki vera íbundin í meira enn
ein tíma í senn, ella sita still ov leingi. Tíð við skíggja skal helst
avmarkast til ein tíma um dagin.


 


Skulu helst sova 10-13 tímar um døgnið, har
tey verða løgd til ávísar tíðir.






Í august 2017 varpaði Fólkaheilsuráðið ljós á
skíggjanýtslu við slagorðinum “ver on” heldur enn “online” og kom við nøkrum
skíggjaráðum, sí ráðini
her: