Skráin fyri ABC vikuna 8.-14. oktober

Mánadagin 8. oktober



Fyrsti ABC filmur við Róar
Terjason Hansen verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og
www.folkaheilsa.fo



ABC kapping er frá 8. – 14. oktober
á Facebook; ABC fyri sálarliga heilsu
og Instagram; Folkaheilsuradid. Vinnarin verður funnin mánadagin 15. oktober.



 



Týsdagin 9. oktober



Næsti ABC filmur verður
almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og
www.folkaheilsa.fo.



kl.19.00 “Opið hús á psykiatriska deplinum”. Psykiatriski
depilin tjóstartar altjóða sálarheilsudagin 10. oktober. Ymiskir áhugaverdir
fyrilestrar eru og drekkamunnur er á seingjadeildini. Meira kunning á facebook
síðuni hjá Sinnisbata.

Stað: Eiragarður 9, Tórshavn. Fyriskipari: Psykiatriski depilin.



 



Mikudagin 10. oktober



Triði ABC filmur verður
almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og
www.folkaheilsa.fo.



Kl.13.00-18.00 “Altjóða
sálarheilsudagur 2018”
. Altjóða
sálarheilsudagur verður hildin við áhugaverdum fyrilestrum, básum, tónleiki og
handan av sálarheilsuvirðisløn. Hesir ABC samstarvsfelagar luttaka: Sinnisbati,
Fólkaheilsuráðið, Almannaverkið og Blái Krossur Føroya. Ein ABC básur verður
við ABC virksemi.

Stað: Østrøm, Tórshavn. Fyriskipari: Sinnisbati.



Kl. 14.00-16.00  “Felags foreldrabólkur”. Øll foreldur við
børnum undir 1 ár eru vælkomin til felags foreldrabólk. Evnini eru: “Vel tað
besta – vel familjuna” við at vera virkin, hugbundin og saman sum familja.

Stað: Skálin, Klaksvík. Fyriskipari: Gigni.  



 

Hósdagin 11. oktober



Fjórði ABC filmur verður
almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og
www.folkaheilsa.fo





Kl.11.00-13.00  “Felags foreldrabólkur”. Øll foreldur við
børnum undir 1 ár eru vælkomin til felags foreldrabólk. Evnini eru: “Vel tað
besta – vel familjuna” við at vera virkin, hugbundin og saman sum familja.

Stað: Veistluhøllin á Landssjúkrahúsinum, Tórshavn. Fyriskipari: Gigni.





Kl.15.00-17.00 “Verkstova á
Reinsarínum”.
Bergunn Kass setur verkstovuna, Fólkaheilsuráðið
hevur framløgu um ABC fyri sálarliga heilsu og Heilsu- og umsorganartænastan
hevur framløgu um at vera sjálvboðin. Reyði Krossur luttekur eisini. Evnið er
“Hvussu kunnu fólk síggja seg sum sjálvboðin innan eldraøkið í Tórshavnar
kommunu”. Fólk eru vælkomin við hugskotum til, hvussu ein kann vera sjálvboðin
innan eldraøkið.

Stað: Reinsaríið, Tórshavn. Fyriskipari: Tórshavnar kommuna.



 



Kl.15.00 “Hugnaløta” Greitt
verður frá ABC fyri sálarliga heilsu. Eisini verður drekkamuður og høvi til
eitt gott prát.

Stað: Dagtilhaldið Blákollan á Hornavegi á Oyri. Fyriskipari: Sunda kommuna.



 



Fríggjadagin 12. oktober



Fimti ABC filmur verður
almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og
www.folkaheilsa.fo



Leygardagin 13. oktober

Kl.11.00 “Gakk ella renn fyri heilsuna” Fari verður frá býráðshúsinum. Fólk ganga ella renna í 15 min. og venda so við aftur. Klaksvíkar kommunan bjóðar fríska frukt omaná.
Stað:  Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu. Fyriskipari: Treysti og Klaksvíkar kommuna.

Kl.14.00 (um viðrar) “Gongutúr við Jákupi Jensen sum frásøgumanni”. Byrja verður á Tvørábakka.
Gingið verður eftir Sjógøtu og Tvørávegi og endað verður á Havnarlagnum, við
Varðan Pelagic, har kommunan bjóðar frukt og drekka.

Stað: Tvørábakki, beint við Sjóðgøtu 69. Fyriskipari: Tvøroyrar kommuna.



Kl.14.00 (um viðrar) ”Gakk ella renn” Tiltakið er fyri øll,
ið hava hug til at røra seg og neyðugt er ikki at renna. Til ber eisini at
trilla við børnunum ella at súkkla. Í 15 min. ganga, súkkla, trilla ella runna
fólk, og tá ið hesi eru farin, so verður vent við, so øll skuldu komi út aftur á
Varðan Pelagic um somu tíð. Til ber at fáa kunningartilfar um ABC fyri sálarliga
heilsu og ballónir eru til børnini.

Stað: við hylin, frammanfyri skrivstovubygningin hjá Varðanum Pelagic,
Tvøroyri. Fyriskipari: Hvistan og Tvøroyrar kommuna




Innanhýsis tiltøk



Gjøgnum ABC vikuna verða eisini
ymisk innanhýsis tiltøk, sum leggja dent á evnið sálarliga heilsa – hesi eru ikki
almenn, men kunnu geva íblástur til onnur eisini at taka evnið upp. ABC
samstarvsfelagarnir Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Sunda- og Tvøroyrar kommuna arbeiða við
evninum á t.d. skúlum, dagstovnum og innan eldraøki. ÍSF skipar eisini fyri
innanhýsis tiltaki á ellisheimi, og Blái Krossur Føroya varpar ljós á týdningin
av sjálvbodna arbeiðinum í klædnabúðunum.