Skráin til Rørslufagnaðin í Sunda kommunu

Í
morgin 29. mai 2019 kl.10.00 verður Sunda kommuna vertur fyri Rørslufagnaði í samstarvi
við Fólkaheilsuráðið. Tiltakið verður á ítróttarøkinum við Margáir. 
Rørslufagnaður er eitt ABC tiltak, sum er partur av
verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu.



Skráin
er nú klár, og vit kunnu avdúkað at Signar í Homrum kemur at syngja.



Skrá



Kl. 10.00
Bárður Persson bjóðar vælkomin



Kl. 10.05
Borgarstjórin heldur røðu



Kl. 10.10
Upphiting v.m.



Kl. 10.10
Borgarstjórin klippir snórin og gongutúrurin byrjar



Kl. 10.30
Fólk koma aftur til Margáir



Kl. 10.30
Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum á vøllinum

- Frukt o.a. at fáa

- Kaffi, te og vatn



Kl. 11.00
Signar í Homrum framførir



Kl. 12.30
Tiltakið endar.



Vit vilja
síggja so nógv ymisk menniskju røra seg saman sum møguligt. Øll hava brúk fyri
at røra seg og vera saman við øðrum, og ongantíð betri um hetta kann gerast
saman við øðrum uppá ein stuttligan, hugnaligan og meiningsfullan máta. So
latið okkum vera virkin, saman og hugbundin. Tað er jú saman við øðrum vit
mennast og fáa góðar upplivingar!



Rørslufagnaðurin
byrjar 29. mai kl.10.00, møtið stundisliga. Vit møtast á ítróttarøkinum við
Margáir í Streymnesi. Vit byrja við eini stuttligari upphiting, har øll kunnu
vera við. Síðani byrjar fagnaðargongan við lívgandi tónleiki, sum hesaferð
verður frá Margáum og oman til Torgið í Streymnesi, yvir um Vollabrúnna og
gjøgnum Hvalvíkar bygd og yvir aftur til Margáir. Um ein ikki megnar allan
túrin, kann ein altíð venda við. Tí bara við at luttaka hevur tú longu klárað
tað. Tú ert hjartaliga vælkomin á høkjum, við koyristóli o.s.fr.



Um tit eru
fleiri sum fylgjast, kunnu tit lata tykkum í okkurt serstakt, soleiðis at tit
altíð finna hvønn annan aftur (t.d. hárprýði/hattar ella eins blusu). Hetta
kann eisini vera við til at seta ljóð og litir yvir fjøldina. Tú ert eisini
vælkomin til at taka slagverk og ljóðføri við til gonguna.



Spøl og
annað undirhaldandi


Aftaná gongutúrin verður skipað fyri ymiskum spølum og virksemi á vøllinum við
Margáir og har á leið. Dentur er lagdur á, at hetta eru spøl og virksemi, ið
øll kunnu vera við í. Dentur er somuleiðis lagdur á, at hesir aktivitetir eru
undirhaldandi, eins væl og teir eru rørslumennandi.



Frukt og
annað gott afturvið


Afturvið hesum virksemi, ber til at fáa sær okkurt leskiligt aftur við. Hetta
stendur Á handilin og Aurora Waters saman við Sunda kommunu fyri. Saman bjóða
tey frukt, grønmeti, kaffi, te og leskiligt vatn úr Lopra. Hetta er bert okkurt
lætt, so tit eru vælkomin at taka matpakka við.



Eitt grønt
tiltak


Vit seta okkum sum mál at brúka so lítið av burturkasti sum møguligt. Tað er í
hesum anda, at vit fara at heita á tey luttakandi at taka sín egna kopp, krúss,
dunk ella kanska okkurt heilt triðja við.



So er bara
eftir at siga, at vit fegin vilja síggja teg til hetta tiltakið.