Skúlafótbóltur skipaður sum eitt ABC tiltak

Ein nýggj og spennandi
fótbóltskapping byrjar í Føroyum í heyst. Talan er um kappingina
"Skúlafótbóltur", sum verður skipað sum eitt ABC tiltak, av tí at
Vágs kommuna er partur av "ABC fyri sálarliga heilsu". 



Skúlafótbóltur er ein
afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-,
vetrar- og várhálvuni. Kappingin verður skipað í framúr góðu umstøðunum til
fótbólt í Marghøllini – og allir fólkaskúlar og miðnámsskúlar í landinum eru
hjartaliga vælkomnir til Skúlafótbólt í Vági.



Skúlafótbóltur er,
sum nevnt fyri árgangirnar frá 1. til og við 9. flokk, umframt 10. flokk
og miðnámsskúlarnir kring landið. Spælt verður bæði í dreingja- og
gentuliðum, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentum.
Tað er ókeypis
at luttaka í Skúlafótbólti.



Vit
eru ómetaliga glað fyri at dentur verður lagdur á ABC boðskapin í kappingini.
Skúlafótbóltur hevur fokus á at vera virkin kropsliga og sosialt, at fótbóltur
er fyri øll, og at fáa nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við øðrum
javnaldrum.




Skúlafótbóltur – eitt ABC tiltak



Skúlafótbóltur er eitt ABC tiltak. Hetta merkir, at
Skúlafótbóltur er partur av eini størri verkætlan, sum eitur ABC fyri sálarliga
heilsu. At talan er um eitt ABC tiltak merkir, at tað eru tríggir boðskapir,
sum lagt verður dent á í tiltakinum:



Ver virkin



Ver saman



Ver hugbundin



Hetta eru tríggir einfaldir boðskapir sum kunnu vera við
til varðveita og betra tína sálarligu heilsu. Tá tú ert virkin (bæði kropsliga,
mentalt, andaliga og sosialt), saman við øðrum og hugbundin í onkrum, sum kann
geva tær eina kenslu av meining, tá ert tú við til at betra um tína sálarligu
heilsu. Tað hevur týdning fyri øll at varðveita og styrkja sína sálarligu
heilsu, tí sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at klára seg væl í
gerandisdegnum – um alt tað, sum gevur lívinum meining, gleði og virði.



Tað hevur týdning at hava góða kropsliga heilsu, men tað
hevur líka stóran týdning at trívast og hava tað gott. Við Skúlafótbólti kanst
tú betra um heilsuna sum heild – kropsliga, sálarliga og sosialt!



Tá tú meldar teg til kappingina, verður tú partur av einum
liðið úr tínum flokki. Hetta kann vera við til at læra hvør annan betri at
kenna og styrkja um samanhaldið í flokkinum. Samstundis er høvi at læra onnur í
sama aldri at kenna, og fáa stuttligar og spennandi løtur saman bæði á vøllinum
og uttanfyri vøllin, við t.d. at svimja saman aftaná. At taka lut í
Skúlafótbólti kann vera læruríkt og kanska eisini ein avbjóðing – og at klára
eina avbjóðing – eisini tær smáu, kann hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna.



Sum ABC tiltak, kann Skúlafótbóltur vera við til at
styrkja tína sálarligu heilsu við jaligum og góðum upplivingum við tínum
floksfeløgum og øðrum javnaldrum.



 



Tú kanst lesa meira um skúlafótbólt á heimasíðuni: www.skulafotbolt.fo