So er aftur Altjóða roykfríi dagur!

Um allan heim verður á hesum degi varpað ljós á tær stóru
avleiðingar, sum roykingin hevur við sær.
Ikki
serliga hugalig kunning nei, tó so kanska kann júst hesin dagur gerast
serstakliga jaligur.


Kanska kann hetta gerast
dagurin, tá tíni lungu umsíðir fáa frí.



Frí frá yvirarbeiði ígjøgnum
langa tíð.



Hetta kann tykjast óveruligt
fyri mong, ið eru bundin av tubbaki.



Tó so, onki er ómøguligt, um
vit eru fleiri um tað. Hesin dagur kann tí vera eitt gilt høvi at savnast í
besta ABC anda og siga, at saman kunna vit leggja av at roykja á ein stuðlandi
og meiningsfullan hátt.



Ja kanska verður hesin
dagur tín fyrsti roykfríi dagur restina av lívinum.

Les meira um ABC fyri sálarliga heilsu her