Sosialur ójavni í vandanum fyri typu2 diabetes í Føroyum

Typa2 diabetes er í dag ein globalur
trupulleiki.  
WHO metir, at 370 milliónir
koma at hava typu2 diabetes í 2030.



Sóra kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum - ”Hvussu
hevur tú tað” - hevur millum annað kannað typu2 diabetes í Føroyum. Vár
Honnudóttir og Louise Hansen hava arbeitt víðari við kanningini á Deildini fyri
Social Medicine á Københavns Universitet.



Nýggju úrslitini nýta data frá umleið 1100
føroyingum eldri enn 18 ár, og kann sambandið ímillum typu2 diabetes og
sosioøkonomiskan profil (lýst útfrá útbúgvingarstøði) staðfestast. Samstundis
verður hugt eftir, hvussu ymiskir lívstílstættir ávirka samanhangin hjá monnum
og kvinnum.



Kanningin vísir, at 6% av føroyingum hava typu2
diabetes (7% menn og 4% kvinnur). Tað eru tó hagfrøðisliga fleiri føroyingar,
sum eru á lágum og miðal útbúgvingarstigi, ið hava sjúkuna, samanborið við tey á
høgum útbúgvingarstigi. Hesin samanhangur minkar, men er eisini til staðar, tá
ið justerað verður hagfrøðisliga fyri lívstílstættum. M.a. kann nevnast, at
lívsstílstættir forklára ca. 15-25% av samanhanginum, har eitt høgt BMI og vantandi
rørsla hava størst týdning.



Samanumtikið, so eru fólk á lágum útbúgvingarstigi
í størri vanda fyri typu 2 diabetes, enn tey, sum eru á høgum útbúgvingarstigi.
Samanhangurin er partvíst stýrdur av lívsstíli, har fiti og vantandi rørsla eru
størstu orsøkirnar.



Úrslitini eiga at fáa myndileikarnar at hugsa
um fólkaheilsu sum breitt øki, har sosialpolitikkur og útbúgvingarpolitikkur
eisini eru umráðandi tættir.



 



Vinarliga



Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.