Størri játtan til Fólkaheilsuráðið

Størri játtan til Fólkaheilsuráðið

Fólkaheilsuráðið fegnast um, at landsstýrismaðurin
í heilsumálum í uppskotinum til fíggjarlóg skjýtur upp, at játtanin til
Fólkaheilsuráðið verður hækkað við 400.000 krónum komandi ár.



 



Fólkaheilsuráðið hevur á hvørjum ári gjørt
vart við, at tørvurin á játtanum til fyribyrging og heilsuframa er nógv størri,
enn hann hevur verið á almennum fíggjarlógunum seinastu árini. Vit kunnu tí
siga, at verður hetta uppskotið til hækkaða játtan samtykt í tinginum, kemur
hvør króna væl við.



 



Megin vandatættirnir í heilsufremjandi
arbeiðinum eru teir somu hjá okkum sum í grannalondunum, og teir eru teir
vælkendu: royking, rúsdrekka, rørsla og kostur.



 



Fólkaheilsuráðið hevur seinastu árini gjørt
nógv átøk, millum bæði vaksin og ung, fyri at minka um talið av roykjarum. Vit
hava eisini sæð eina spakuliga minking, men heilt óvæntað tykist talið av
vaksnum roykjarum nú at kvinka uppeftir aftur - 27% siga seg roykja hvønn dag.
Og hetta er alt ov høgt - ikki minst tá ið vit samanbera okkum við grannalond.
Her verður tørvur á munagóðun átøkum.



 



Rúsdrekkanýtslan í miðal er hóvlig, samanborið
við grannalondini, men við tað, at ein stórur partur av Føroya fólki er
avhaldsfólk, so eru tað helst onnur, sum drekka nógv. Vit mugu fara undir eitt
átak at minka talið av stórbrúkarum. Tá ið Sundhedsstyrelsen minkaði tilmælið
um, hvussu nógv er ráðiligt at drekka, úr 21 og 14 alkoeindum um vikuna, fyri
ávikavist menn og kvinnur, til 14 og 7, mælti Fólkaheilsuráðið til, at
føroyingar "drekka sum minst". Hetta tí at vit ikki kenna lægsta mark
fyri skaðilig árin av alkoholi, tá um krabbamein ræður.



 



Nógvir føroyingar síggjast nú renna úti, og
tað fegnast vit um. Hin vegin meta vit, at eitt rættiliga stórt tal av fólki í
Føroyum - bæði ung og tilkomin - eru púra likamliga óvirkin. Nýggj gransking
bendir nú á, at sjálvt bara eitt sindur av likamsvirkni ger stóran mun, heldur
enn at sita stillur altíð - sita við eitt skriviborð á arbeiðinum, koyra í bili
og síðani sita framman fyri sjónvarpinum heima. Fólkaheilsuráðið vil eggja
fólki at gerast eitt sindur likamsaktiv
heldur enn at vera heilt passiv.



 



Nýggju kostráðini frá danska
Fødevarestyrelsen hóska væl í Føroyum:



 



·        
et fjølbroytt



·        
et minni kjøt og meira fisk



·        
drekk vatn.



 



Tað er lætt at koma við hesum tilmælum til
føroyingar, tí fiskin hava vit góðan og vælsmakkandi vatn. Fólkheilsuráðið vil
arbeiða fyri, at hesi ráð fáa undirtøku í Føroyum.



 



Vegna Fólkaheilsuráðið



Pál Weihe, formaður