SunnSinn Ung

Fólkaheilsuráðið heldur fram við
herferðin Sunn Sinn - ið hevur til endamáls at varpa ljós á sálarliga heilsu og
at bróta tøgnmentanina, ið áður hevur rátt.



 



Hetta seinasta árið hava evni, ið hava
við sálarheilsu at gera, verið sjónlig í miðlunum, og tað er at fegnast um.
Fólkaheilsuráðið hevur gjørt sítt, men felagskapir og einstaklingar hava
sanniliga eisini gjørt sítt til at avstigmatisera psykiska heilsu.



 



Næsta herferðin hjá ráðnum setir fokus
á ung og sálarheilsu - og viðger serstakar trupulleikar, sum ung í ovstóran mun
stríðast við, so sum tunglyndi, happing o.a. 



Herðferðin eru 3 filmar, ið ung hava
gjørt til ung.



Rebekka Eliasen og Rógvi Langaard
hava, saman við øðrum, gjørt filmarnar.



 



Vónin er, at filmarnir eru við til at
seta orð á hjá teimum, ið hava brúk fyri tí - og harvið kunnu hjálpa. At seta
orð á kann vera fyrsta stigið.



 



Filmarnir verða komandi mánaðirnar at
síggja á sosialu miðlunum.