Tað átti at verið líka lætt at sagt: Eg havi ótta, sum: Eg havi astmu

Enn ein samstarvsfelagi við í ABC fyri sálarliga heilsu



Vit kunnu í dag fegnast um at Barna- og ungdómspsykiatriska toymið á
psykiatriska deplinum hevur gjørt av at gerast ein partur av verkætlanini ABC
fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum.

Hetta er bæði gleðiligt og spennandi. Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er
dagliga í sambandi við børn og ung kring alt Føroyar. Hetta ger, at tey uttan
iva verða ein virðismikil samstarvsfelagi, ið kann verða við til at menna
verkætlanina soleiðis, at vit saman kunnu røkka enn fleiri í Føroyum. 

 



Øll børn og ung í Føroyum skulu kunna vera
tann ein er, óansæð



Um orsøkina til at tey ynsktu at verða við í verkætlanini siga tey at:



“Barna- og ungdómspsykiatriska toymið vil verða við til,
at øll børn og ung í Føroyum trívast og sleppa at vera tann ein er, óansæð. Tað
átti at verið líka lætt at sagt: Eg havi ótta, sum: Eg havi astmu. Hóast eg havi ótta eri eg virkin, hugbundin
og eri saman við øðrum børnum og ungum”.



 



ABC hópurin savnast á sætta sinni



ABC hópurin fevnir nú um 19 samstarvsfelagar, ið umboða kommunur, feløg,
stovnar og felagsskapir kring landið. Í komandi viku hittast allir
samstarvsfelagarnir á sætta ABC fundi, fyri at fáa gjølla kunning, undirvísing
og møguleikan fyri at kjakast og hugleiða. Tað verður spennandi at frætta og
eftirmeta, hvussu teir ymsu partarnir hava brúkt ABC fyri sálarlig heilsu í
teirra virksemi, og hvørjum leisti tey fara at arbeiða eftir framyvir.



ABC fyri
sálarliga heilsu
er ein
verkætlan, sum við boðskapinum; ver virkin, ver saman og ver hugbundin, vil
vísa á, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sálarligu heilsuna.