Talið á roykjarum met lágt, meðan manglandi rørsla og fiti eru stórar avbjóðingar





Seinastu 17 árini hevur Fólkaheilsuráðið framt
árligar Gallupkanningar av heilsustøðu okkara. Í ár eru høvuðsniðurstøðurnar
hesar:



Royking:



19% av teimum vaksnu føroyingunum roykja
dagliga, og hetta er lægsta talið á roykjarum nakrantíð. Talið á roykjarum hevur
annars verið støðugt fallandi síðan 2002. Tað er nú minni munur ímillum kynini
har ávikavist 17 og 21% av kvinnunum og monnunum roykja. Bert 13% av teimum
18-24 ára gomlu roykja og 18% av teimum 25-39 ára gomlu, meðan tey í miðjum
aldri roykja verri (22-24%). Í Norðoyggjum og Suðuroy roykir fjórði hvør
vaksin, men hetta talið er munandi lægri í Sandoynni og í miðstaðarøkinum
(14-16%). Føroyingar við grundskúlaútbúgving (28%) og handverkararútbúgving (27%)
roykja nógv verri enn tey við miðnámsútbúgving og miðallongum og longum
útbúgvingum.



Rørsla:



Vaksin skulu røra seg minst við hógligari
styrki 150 minuttir um vikuna ella fremja 75 minuttir av hørðum kropsligum
arbeiði vikuliga, men skulu helst fremja 300 ella 150 minuttir av ávikavist
hógligum og hørðum arbeiði um vikuna. Umframt hetta eigur kropsligt arbeiði,
sum krevur styrki at vera framt tvær ferðir um vikuna. Globalt vísa tøl hjá WHO,
at triðihvør vaksin heimsborgari er kropsliga óvirkin, og føroysku tølini
líkjast hesum. Tað sær út sum, at fleiri kvinnur enn menn lúka minstu krøvini
fyri vikuliga rørslu.



Kostur:



Samanborið við seinastu árini sær út til, at
minni og minni verður etið av frukt og grønmeti. Færri eta fisk regluliga
samanborið við tíðarskeiðið 2011-2013, sum sær út til at vera støðugt fallandi
síðan hetta tíðarskeiðið.



Sjálvsmett heilsustøða:



Tey ungu (18-24 og 25-39 ár) meta seg hava
verri heilsustøðu enn tey í miðjum aldri. Teir ungu bólkarnir síggja eisini út
til at hava fallandi sjálvsmetta heilsustøðu seinastu árini, meðan tey í miðjum
árum hava eitt meira støðugt støði. Eisini kundi tað sæð út sum, at kvinnurnar
hava fallandi sjálsmetta heilsustøðu samanborið við menninar seinastu fimm
árini. Í Suðurstreymi meta tey seg hava betri heilsu enn aðrastaðni, meðan
Sandoy liggur munandi lægri enn hini økini. Eisini Norðoyggjar og Suðuroy liggja
lægri enn miðstaðarøkið í sjálvsmettari heilsustøðu.



Fiti:



Yvirvekt og fiti eru enn stórir trupulleikar í
Føroyum eins og í flestu londum um okkara leiðir. Umleið 55% av føroyingunum
viga ov nógv, og bert triðihvør maður hevur eina normala vekt samanborið við
55% hjá kvinnunum. Yvirvekt veksur við aldrinum, og í summum økjum er bert
fjórði- fimtihvør við normalari vekt.



Skíggjanýtsla:



Seinastu árini er skýggjanýtsla eisini komin
við í kanningina. Meira enn helvtin brúka skíggjar upp til 3 tímar og meira á
arbeiðsplássinum hvønn dag. Fleiri kvinnur enn menn hava stóra skíggjanýtslu á
arbeiðsplássinum. Tey 25-59 ára gomlu hava størri skíggjanýtslu á arbeiðinum
enn tey ungu og gomlu, og tey í miðstaðarøkinum liggja hægri enn útjaðarin. Í
frítíðini hyggja um 85% av føroyingum í skíggjar frá upp til 3 tímar og meira
um dagin. Talið á stórbrúkarum av skíggjum í frítíðini tykist vaksandi har
næstan 40%  nýta skíggjar frá upp til 5
tímar dagliga og meira. Menninir eru í størri mun enn kvinnurnar stórbrúkarar
av skíggjum í frítíðini enn kvinnurnar.



Um eina góða viku fer Fólkaheilsuráðið undir
stóru og umfatandi Fólkaheilsukanningina, “Hvussu hevur tú tað?”. Vit vóna at
øll tey, sum vera vald tilvildarliga út vilja hjálpa okkum at taka temperaturin
á heilsu- og trivnaðarstøðuni í landi okkara. Hetta hjálpir heilsuverkinum,
lands- og kommunalu myndugleikunum og okkum øllum at planleggja arbeiðið við
fólkaheilsu og trivnaði meira málrættað og neyvt.



 



Heilsan



Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.