Teknikappingin hjá Fólkaheilsuráðnum

Í sambandi við Altjóða
Tubbaksfría dagin
t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini
teknikapping
fyri børn og ung, tað eru tríggir bókar: Børn yngri enn 7 ár, 7-10
ár
og 11-14 ár.



Ein vinnari verður kosin í
hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn. Evnið hesa ferð
er: “Royking stinkar” , “Roykfrítt rokkar”, “Hvussu kanst tú siga nei til
sigarettir?”
  og “Royking er oyðsl av
pengum”.
Boðskapurin í tekningunum er at eggja roykjarum til at halda
uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja.



Karsten Hansen,
landsstýrismaður handar virðislønirnar í SMS
fríggjadagin 29. mai kl. 17, har allar myndirnar verða vístar fram
sama dag.


Freistin at senda inn tekningar er mánadagin 18. mai kl. 12