Tríggir ungir vinnarar kosnir í teknikapping


Í sambandi við Altjóða roykfría dagin, 31. mai 2010 skipaði Fólkaheilsuráðið fyri teknikapping fyri børnum. Boðskapurin í tekningunum skuldi vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja. Inn komu 440 tekningar. Dómarar vóru Eli Smith, Vár Berghamar Jacobsen og Páll Danielsen. Aksel Johannesen, landstýrismaður í heilsumálum handaði virðislønirnar, sum hvør var ein gávukekkur uppá 500 kr. Tríggir vinnarar vóðu kosnir:


Í aldursbólkinum yngri enn 7 ár: Eddi Thomassen, Klaksvík

Í aldursbólkinum 2-10 ár: Aksel Olsen, Tórshavn

Í aldursbólkinum 11-14 ár: Jessica Klevang Eikhólm, Tórshavn (Jessica var burturstødd, fyri hana beiggin)


Røða hjá Aksel Johannesen, landsstýrismanni í sambandi við handan av virðisløn

Góðu tit,

Tað er fallið mær í tann hepna lut at sleppa at handa tykkum virðisløn fyri tekningarnar. Eg vil líka fyrst nýta høvið til at takka Fólkaheilsuráðnum fyri væl fyriskipaða teknikapping. Slík tiltøk virka sum ein áminning til okkum øll, hvussu heilsuskaðiligt tað er at roykja og virka fremjandi fyri arbeiðið fyri fólkaheilsu í Føroyum í heila tikið.

Og so aftur til tykkum, ið hava vunnið. Eg kann líka ætla hvussu heilasellurnar fóru í gongd, tá tit settust við borðið at greina boðskapin um hvussu skaðiligt og dýrt tað er at roykja. Fyri okkum vaksnu er tað stuttligt og hugvekjandi at síggja tann ótrúliga fantasi børn vísa, tá ið tey verða eggjaði.

Heili 450 børn hava eins og tit sitið við litum í hond - hugsað, teknað, litað og síðani sent tekningina inn her til Fólkaheilsuráðið. Tað er eitt bragd.

Mongu myndirnar vísa óteljandi vinklar uppá árinini av royking, og tað hevur neyvan verið lætt at tikið dagar ímillum tekningarnar. Men tær tríggjar tekningarnar, ið um eina løtu fáa vinningin, hava tað væl og virðiliga uppiborið.

Við hesum fáu orðum vil eg handa tykkum trimum hesar virðislønir.