Trivnaður og sálarlig heilsa

 

Fólkaheilsuráðið arbeiðir í løtuni við verkætlanini ABC fyri
sálarliga heilsu.
Monika Mohr er sett
í starv í Fólkaheilsuráðnum frá 1. august 2017 og skal seta í verk og menna
hesa verkætlan í Føroyum. Monika Mohr er útbúgvin cand.mag. í sálarfrøði og heilsufremjan
og heilsustrategi og hevur arbeitt við innleiðandi partinum av hesi verkætlan
seinastu mánaðirnar. 



Hvat er ABC fyri
sálarliga heilsu?



ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi
ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja
sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Ein týðandi partur snýr seg eisini
um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg,
kommunur og stovnar.



Sálarlig heilsa er
alt tað, ið ger lívið vert at liva, og tað hevur eins stóran týdning, at vit
styrkja okkara sálarligu heilsu eins og okkara likamligu heilsu.
Við at vera virkin á ymiskan hátt, partur av einum
felagsskapi og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri
einstaklingin, kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu. Hetta er
av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. ABC fyri sálarliga
heilsu er fyrsta granskingargrundaða átakið, sum er fyri øll.



Ætlanin hevur í sær
ráð, sum vit møguliga ikki fáa raðfest, hava orku til í gerandisdegnum, ella
sum vit longu kenna, men hava gloymt. Hesi ráð eru ein einføld, ítøkilig og
jalig leiðbeining, sum vit kunnu taka til okkum fyri at styrkja okkara
sálarligu heilsu:



  1. VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt
    og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna,
    telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.

     

  2. VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba,
    tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki,
    tú longu ert partur av.

     

  3. VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera
    uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Ger sjálvboðið arbeiði,
    set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við
    onkrum.











Samstarvsfelagar



Ein týðandi partur
í hesi verkætlan snýr seg um at fremja møguleikan fyri at vera partur av einum
felagsskapi. Tí samstarva vit við kommunur, feløg og stovnar um at skapa karmar
fyri trivnaðarfremjandi virksemi í nærumhvørvinum í ymiskum bygdum og býum í
Føroyum. Higartil eru samstarvsfelagarnir hesir, og teir eru við til at røkka
út til ein breiðan málbólk í Føroyum:

















Meira verður at frætta
um teirra arbeiði seinni. Eisini rokna vit við, at aðrar kommunur og
felagsskpair verða við seinni.



 



Um tit eisini hava
hug til at gerast samstarvsfelagi, ber til at seta seg í samband við
Fólkaheilsuráðið og hoyra nærri:
fhr@folkaheilsa.fo


Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum á telefon 29 22 70